Heimasjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing. Sjúkrahús, kommunulæknar, sjúklingar og avvarðandi kunnu venda sær til økisskrivstovuna við áheitan um heimasjúkrarøkt. Ein sjúkrarøktarfrøðingur kemur á vitjan og metir um tørv á tænastu.