Endurvenjing kann verða veitt til:
- Fólkapensjonistar sum búgva heima, sum av sjúku ella aðrari orsøk hava niðursettan virkisførleika og tískil hava trupulleikar við at klára seg sjálvan í gerandisdegnum.
- Fólkapensjonistar sum búgva heima og sum eru í vanda fyri at missa førleikar at klára seg sjálvan, t.d. eftir fall og umfarssjúku.
- Borgarar, sum hava førleikamiss og røktartørv og tískil eru í heimatænastuni, soleiðis at tey við miðvísari endurvenjing aftur kunnu klára seg sjálvi í egnum heimi.
- Heimabúgvandi fólkapensjónistar í heimatænastuni, sum við endurvenjing kunna økja um sjálvbjargni og varðveita eitt virkið gerandislív.
- Borgarar, sum búgva á eldrasambýli ella røktarheimi, sum við endurvenjing kunna varðveita virkisførleikan sum longst
- Heimabúgvandi fólkapensjonistar og borgarar í heimatænastuni, sum við endurvenjing kunnu stimbrast viðvíkjandi heilsu og fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni.
Endamálið við endurvenjingini er, at borgarin verður sum longst í egnum heimi og at borgarin skal vera so sjálvbjargin sum gjørligt og tí minka um tørvin á heimahjálp.
Omanfyrinevndu borgarar, sum meta seg hava tørv á endurvenjing, kunnu venda sær til økisskrivstovuna á tlf. 793600 millum kl. 9 og 12. Ein terapeutur kemur á vitjan og metir um tørv á venjing.
Hartil verða veittar felags venjingar til borgarar, sum eru 60 ár og eldri á venjingarstøð í ítróttarhøllini. Venjingarstøðin hevur nakrar venjingarmaskinur til henda aldursbólk. Borgarar 60 ár og eldri, sum ynskja at venja á venjingarstøð, kunnu bíleggja sær tíð við at venda sær til økisskrivstovuna á tlf. 793600 millum kl. 9 og 12.