Bústaðartilboð

Økistænastan í Sandoyar Sýslu umsitur eitt røktarheim og tvey eldrasambýli:

  • Røktarheimið Áargarður á Sandi hýsir 10 búfólkum.
  • Eldrasambýlið Skerið í Skopun hýsir 6 búfólkum.
  • Eldrasambýli Gerðisgarður í Skálavík hýsir 7 búfólkum. Fólk við sjúkuni demens verða ofta boðin at búgva á Gerðisgarði.

Sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. § 14 eru “røktarheim og eldrasambýlir bústaðir, ið  hýsa fólkapensjónistum við ellisbreki ella varandi sjúku, og sum hava tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið."

Í serligum førum kann røktarheim ella eldrasambýli eisini hýsa øðrum røktarkrevjandi persóni enn  fólkapensjónisti. Hetta kann t.d. vera yngri fólk við sjúkuni Alzheimer.

Eitt til tvey búpláss verða nýtt sum umlættingarpláss. Umlættingarpláss kann í mesta lagi veitast 3 mánaðir um árið.

Teir borgarar, sum meta seg hava tørv á búplássi ella umlætting á røktarheimi ella eldrasambýli, skulu senda  umsókn til økistænastuna. Umsóknarblað fæst við at venda sær til økisskrivstovuna á tlf 793600 millum kl. 9  og 12.

Áðrenn pláss verður tillutað einum umsøkjara, kemur visitator og ein terapeutur á vitjan og metir um tørv.

Ein nevnd við fýra fólkum tekur avgerð um, hvør fær tillutað pláss. Avgerðin er grundað á tørvsmetingina og  tekur atlit til likamligan, sálarligan og sosialan tørv.

Tað er altíð tørvurin hjá tí einstaka, og ikki hvussu leingi ein hevur staðið á bíðilista, sum ger av, hvør fær  tillutað pláss. Tí ber ikki til at siga hvar í røðini ein er á bíðilista til búpláss.