Tænastur til eldri og óhjálpin

Økistænastan í Sandoyar Sýslu er eitt kommunalt samstarv millum allar kommunur í Sandoyar sýslu.

Økistænastan er skipað við heimild í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. frá 7. Apríl 2014.

 

Adressa:

Økistænastan í Sandoyar sýslu

Miðgøta 8

210 Sandur

Tlf 793600 - fax 361891- t.post  ot@ot.fo

 

Økistænastan veitir heimasjúkrarøkt, heimahjálp, og  endurvenjing  til heimabúgvandi. Hartil veitir Økistænastan bústaðartilboð til óhjálpin eldri. 

Økistænastan kann veita persóni samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum persóni heima, tá tørvur er á støðugari røkt og hjáveru sambært kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum frá 17. desember 2014.

Økistænastan skal bjóða øllum borgarum, sum eru vorðnir 75 ár, fyribyrgjandi heimavitjan. Í minsta lagi skal Økistænastan bjóðar eina fyribyrgjandi heimavitjan um árið.