Heilsufrøðingurin í Sandoynni
Elsa Vest er heilsufrøðingur í Sandoynni. Hon arbeiðir 30 tímar um vikuna, sum er býtt soleiðis:
Mána- og fríggjadag arbeiðir hon við pinku- og smábørnum og familjum teirra.
Týsdagar er hon á Meginskúlanum og arbeiðir við teimum størru børnunum.
Hósdagar er hon í bygdaskúlunum.
Mammubólkar eru fríggjadagar eftir tørvi.
Arbeiðsøki og uppgávur hjá heilsufrøðinginum síggjast á heimasíðuni hjá gigni – www.gigni.fo
Elsa Vest
tlf 562334
teldupostur: elsav@gigni.fo
Gigni - Heilsufrøði til børn & ung, er ætlað øllum barnafamiljum í Føroyum.
Stovnurin veitir heilsufrøðiliga tænastu til smábarnafamiljur eins og til skúlabørn/tannáringar.
Stovnurin virkar fyri, at børn fáa eina jaliga og mennandi lívsbyrjan og heilsugóð barna- og ungdómsár. Eisini verður dentur lagdur á at styrkja og menna foreldraførleikan og økja tilvitanina um leiklutin sum familjan hevur.
Familjur, ið flyta til landið í styttri ella longri tíðarskeið, eru eisini umfataðar av skipanini og eru vælkomnar at seta seg í samband við Gigni, annaðhvørt við at ringja til skrivstovuna í Tórshavn ella til heilsufrøðingin í økinum. Yvirlit finst undir teiginum starvsfólk. Meira kann lesast um Gigni HER