Skúlar

 
Skopunar skúli

Frá 1. ­ 5. flokk ganga børnini í Skopunar kommunu í skúlanum í bygdini, og

frá 6. ­ 10 flokk ganga tey á Sandoyar Meginskúla.

Í skúlanum í Skopun eru tríggjar undirvísingarstovur og eitt lærararúm. Ein

nýggjur tilbygningur er í gerð og væntast verða liðugur heilt skjótt. Her verða

rúm til heimkunnleika, vátrúm, wc v/brúsu og tríggjar nýggjar skúlastovur.

Næmingarnir í Skopunar skúla hava allir atgongd til teldu, og eisini eru

samvirknar talvur í hvørjari stovu, sum m.a. gera tað møguligt at taka tilfar

beinleiðis av netinum á talvuna.

Í løtuni starvast tríggir lærarar og ein pedagogur á skúlanum.

Vilja tit vita meiri um skúlan ber til at ringja til skúlastjóran Kathrinu Joensen

á tlf. 21 76 96 og 36 16 96.




Sandoyar Meginskúli

Sandoyar Meginskúli er framhaldsskúlin fyri alla Sandoynna. Næmingarnir

eru í bygdaskúlunum frá 1. til 5. flokk og halda so fram í Sandoyar

Meginskúla í 6. til og við 10. flokk.

Í løtuni eru 75 næmingar og 11 lærarar á skúlanum.

Skúlin stendur í Traðardali við Sandsvatn. Umhvørvið er vakurt, og við

skúlan er fótbóltsvøllur, svimjihylur og ítróttarhøll, sum verða nógv brúkt av

næmingunum.

Skúlin er væl útgjørdur við nútímans tøkni ­ talgildar talvur og teldustova við

farteldum eru tøk.

Meginskúlin er ein skúli, ið hevur eina slíka stødd, at øll kennast. Hetta lættir

um samstarvið millum lærarar og næmingar, og eisini millum heim og skúla.

Umframt regluliga skúladagin eru javnan evnisdagar við ymiskum innihaldi.

Hvønn desember eru evnisdagar við ymsum verkstøðum.

Elsa Vest, heilsufrøðingur, er fast í skúlanum týsdagar.

Skúlastjóri er Hansa M. Glerfoss

Sandoyar Meginskúli, Heimasandsvegur 142, 210 Sandur. Telefon 36 10 38