Skúlar

 


Trivnaðarætlan Skálavíkar Skúli her

Til og við 5. flokk ganga børnini í Skálavík í skúla í bygdini. Frá 6. flokki til 10. flokk ganga tey í Meginskúlanum. Skipað skúlakoyring er millum Skálavík og Meginskúlan, og bussur koyrir fleiri ferðir dagliga.

Skálavíkar skúli

Skálavíkar skúli liggur í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi tætt við ánna, ið rennur gjøgnum bygdina. Stutt er niðan í hagan og oman í fjøru. Við skúlan er FIFA vøllur og kommunan er í ferð við at gera eitt spælipláss.
Í løtuni er 1,5 lærarastarv í Skálavíkar skúla, har 11 næmingar ganga. Her starvast tveir lærarar og tveir stuðlar.
Til ítrótt nýtir skúlin svimjihylin og ítróttarhøllina í Sandoyar Meginskúla.
Skúlin leggur dent á fakliga høgt støði og góðan trivnað.
Skúlin er útgjørdur við nútímans hentleikum, tað verið seg bæði samvirknari talvu og farteldum.
Somuleiðis er skúlin er útgjørdur til fólk við breki m.a. við lyftum.

Skúlaleiðari er Ragna Leivsdóttir

Skálavíkar skúli,
Gerðisvegur 13, 220 Skálavík.
Telefon 36 12 81






Sandoyar Meginskúli

Sandoyar Meginskúli er framhaldsskúlin fyri alla Sandoynna. Næmingarnir

eru í bygdaskúlunum frá 1. til 5. flokk og halda so fram í Sandoyar

Meginskúla í 6. til og við 10. flokk.

Í løtuni eru 75 næmingar og 11 lærarar á skúlanum.

Skúlin stendur í Traðardali við Sandsvatn. Umhvørvið er vakurt, og við

skúlan er fótbóltsvøllur, svimjihylur og ítróttarhøll, sum verða nógv brúkt av

næmingunum.

Skúlin er væl útgjørdur við nútímans tøkni ­ talgildar talvur og teldustova við

farteldum eru tøk.

Meginskúlin er ein skúli, ið hevur eina slíka stødd, at øll kennast. Hetta lættir

um samstarvið millum lærarar og næmingar, og eisini millum heim og skúla.

Umframt regluliga skúladagin eru javnan evnisdagar við ymiskum innihaldi.

Hvønn desember eru evnisdagar við ymsum verkstøðum.

Elsa Vest, heilsufrøðingur, er fast í skúlanum týsdagar.

Skúlastjóri er Hansa M. Glerfoss

Sandoyar Meginskúli, Heimasandsvegur 142, 210 Sandur. Telefon 36 10 38