Frítíðarskúlin á Sandi

MYND

 

Lívið í frítíðarskúlanum ríkar møguleikarnar fyri felags upplivingum, at hava tað stuttligt og royna seg. Vit ynskja at barnið sjálvt fær møguleika fyri at velja og raðfesta áhugamál, hava stundir til spæl, og sjálvi finna uppá. Vit ynskja at tey fáa eina frítíð, sum er kjokkfull av gleði og stuttleika, og sum samstundis tryggjar umstøður, har barnið kann mennast og læra. Her vilja vit virka fyri trivnaði. Okkara ynski er, at tá barnið er liðugt at ganga í Frítíðarskúlanum á Sandi, hevur tað ein ryggsekk fullan av sjálvsáliti, áræði, forvitni og fyriliti fyri øðrum.

 

Endamálið við frítíðarskúlanum er:

At bjóða foreldrunum eitt trygt og mennandi stað til barnið.

At bjóða barninum eitt stuttligt, mennandi og spennandi stað aftaná skúlatíð.

Í frítíðarskúlanum fær barnið eitt nú møguleika fyri at gera ymiskt skapandi, handaligt, spæla spøl, túrar í náttúruni, vera saman við øðrum børnum, hoyra søgur og nógv, nógv annað.

Starvsfólkið leggur stóran dent á, at hetta er frítíðin hjá barninum, og tí er spæl og annað sjálvboðið virksemi ikki skemalagt.

Barnið hevur sjálvt møguleika fyri at ráða yvir frítíðini, tó undir ábyrgd og vegleiðing av starvsfólkunum.

Børnini hava møguleika at fáa íblástur til ítriv og at vera skapandi. Vit leggja stóran dent á, at menna teir persónligu og sosialu førleikarnar, samstundis sum vit eisini geva tí aktiva barninum ans.

Vit ynskja at skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, sum er stuttligur, avbjóðandi, hugnaligur og góður.

Vit miða ímóti at gera børnini sjálvstøðug, har tann vaksni er ein dyggur og vegleiðandi stuðul.


Telefon: 212701
Undir Reynum 2, 210 Sandur