Fjálgalon

 

Fjálgalon er ein stovnur, har børn, sum bera brek, og stuðlar teirra eru

gerandisdagar og ætlandi eisini tá børnini skulu í vikuskiftisumlætting. Í løtuni

eru trý børn og stuðlar teirra knýtt at Fjálgulon, sum er á Gerðisvegi 19, beint

við Skálavíkar skúla.

Í Fjálgulon er gott at vera. Her rokast børn við serligum avbjóðingum saman

við starvsfólki, sum hava til uppgávu at stimbra tey kropsliga og sálarliga.

Ergoterapeutur er tilknýttur, so børnini kunnu fáa viðgerð einaferð um vikuna

í kendum umhvørvi. Dentur verður serliga lagdur á, at børnini, hóast teirra

ymiskleika, fáa eitt gott tilboð, sum økir lívsvirðið og gevur teimum góðar

upplivingar.

Fjálgalon er fyri børn burturav. Vaksin, sum hava tørv á stuðli, fáa hann í

heimliga umhvørvinum.

Fjálgalon er ein fyriskipan undir Almannaverkinum.

Telefon: 297991

Meira kann fáast at vita um stuðul og stovnar undir Almannaverkinum HER