Barnagarðurin í Gerðinum

Barnaansing:

Í Skopun er barnagarðurin í Gerðinum, sum lat upp í spildurnýggjum hølum í 2006. Á stovninum er vøggustova, barnagarður og frítíðarstova fyri børn, sum eru farin í skúla.
Góðar umstøður eru hjá børnunum at spæla, bæði inni og úti.
Stovnurin tekur hædd fyri, at summi foreldur ferðast av oynni til arbeiðis. Tískil letur hann upp longu kl. 6.30 og er opin til kl. 17.

Prísir:
Vøggustovupláss: kr. 1.962,-
Barnagarðspláss: kr. 1.800,-
Frítíðarstovupláss: kr. 1.100,-

Børnini skulu hava matpakka og eina frukt við hvønn dag. Seinnapart fáa tey millummála frá stovninum, og til tíðir verður skipað fyri serligum døgum, har børnini fáa heitan mat móti einum gjaldi ella skulu hava okkurt við sjálvi.

Ongin bíðilisti er til stovnin, so børnini sleppa á stovn, so skjótt søkt verður um hetta.Tak umsóknarblað niður her.

Barnagarðurin í Gerðinum
Tunguvegur 10
240 Skopun
Tlf: 361202
Leiðari: Sigrid Petersen

Hent at vita
Barnafrádrátturin í Skopunar Kommunu er 6000 kr um árið.