Barnagarðurin í Teigunum

     
Barnaansing:
Barnagarðurin á Teigunum fevnir um bæði vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla.
Á stovninum ganga 62 børn frá hálvt árs aldri til 9 ára gomul. Umframt børn úr Sands kommunu, er avtala gjørd við Húsavíkar og Skálavíkar kommunu, so børn úr Húsavík, Dali, Skarvanesi og Skálavík ganga eisini í barnagarðinum á Sandi.
Fýra námsfrøðingar og sjey hjálparfólk starvast í barnagarðinum.
Opið er millum 7.30 og 17.00. Hevur ein tørv á ansing áðrenn kl. 7.30, ber tað til at fáa í lag við at siga frá á tlf. nr. 28 07 50 áðrenn kl. 18 kvøldið fyri.
Ongin bíðilisti er at sleppa á stovnin, og ynskir ein pláss fæst hetta við at venda sær til kommunuskrivstovuna ella skrivstovuna í barnagarðinum.

Prísir:
Heildags vøggustovugjald 2275,- kr
Hálvdags vøggustovugjald 1275,- kr
Heildags barnagarðsgjald 1900,- kr
Hálvdags barnagarðsgjald 1050,- kr
Frítíðarskúla gjald 1000,- kr

Matur:
Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Hann eta tey klokkan 11. Fyrrapartin fáa tey annars frukt, og seinnapartin fáa tey millummála, sum stovnurin skipar fyri.
Leiðari er Petrina Nolsøe.
Barnagarðurin á Teigunum
Koytugøta 1, 210 Sandur
Telefon 361750.