Kirkjur & samkomur

 


Skopunar kirkja


Í 1894 sendi sóknarpresturin á Sandi, Jørgen Christian Falk Rønne, eina fyribils kostnaðarætlan til Færø Amts Kirkeinspection í samband við bygging av nýggjari kirkju í Skopun. Ætlanin var gjørd í samráð við skopunarmenn og Jóhan Hendrik Poulsen, timburmeistara.

Í hesari kostnaðarætlan varð gingið út frá, at stýrið fyri kirkjukassan læt til Skopunar kirkju tað, ið nýtast kundi av tí gomlu trækirkjuni í Vestmanna, sum um hetta mundið skuldi takast niður.

Rønne prestur gjørdi sítt til at byggingin kom ígongd og ímeðan bíða var eftir loyvinum, gjørdi hann fyribilssáttmálar við Jóhan Hendrik Poulsen um, at hann skuldi gera timbur- og snikkaraarbeiði og við Hans Anthoniussen (Hanus í Skumpitoft), úr Húsavík um, at hann skuldi verða formaður fyri grótarbeiðinum.

Skopuningar vildu eisini fegnir hava egna kirkju og vóru eisini sinnaðir at gera nógv sokallað pliktarbeiði (ókeypis arbeiði) í samband við byggingina. Og út ímóti jólum sama ár fóru teir so smátt ígongd, sjálvt um endaligu loyvini ikki vóru givin. Sum leiðarar fyri pliktarbeiðinum høvdu teir valt Jens Marius Poulsen og Jacob Michael Hentze.

24. februar 1895 legði amtmaðurin grundarsteinin til Skopunar kirkju, men illa gekst. 10. marts kærdi Rønne prestur seg til kirkjustjórnina um, at grótarbeiði gekk ov seint. Grundin var, at skopuningar vóru ov grammir at rógva út. Og longu 23. marts 1895 fór prestur úr embætinum, og boðaði kirkjustjórnini frá, at hann steðgaði arbeiðinum uppá kirkjuna.

Ikki fyrr enn hálvtannað ár seinni, varð arbeiði uppafturtikið, við Petur Johannesen, Petur í Mattalág, úr Havn sum byggiharra og hesaferð gekk betri í hond. Jóhan Hendrik Poulsen saman við øðrum skopunarmonnum gjørdu tað mesta av snikkara- og timburarbeiðinum.

14. september 1897 skrivaðu Petur Arge úr Havn og Jóhan Hendrik Poulsen úr Skopun sýnsfrágreiðing. Teir váttaðu at kirkjan var bygd eftir fyriliggjandi ætlan. Hon var laðað úr gróti og pussað uttan við sementi. Innan var hon klødd við viði, og í staðin fyri tróður undir sperrunum var smíðað hválv úr brettum. Kirkjan var 20 alin long umframt kórið, sum var 5 alin langt, 13 alin breið og 5 alin høg.

17. oktober 1897 varð kirkjan vígd.

Kirkjan varð bygd út í 1960 og endurvígd 25. juni 1961. Steingrím Poulsen stóð fyri útbyggingini. Í samband við endurvígsluna samtykti kirkjuráðið at taka ta nýggju føroysku sálmabókin í nýtslu.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]

Kirkjuráðið

Formaður
Zacharias E. Zachariassen, Tunguvegur 11, 240 Skopun, tlf. 251079/361594

 

 

 

Betania

Samkoman Betania er sera virkin. Nógv orka verður løgd í barna- og ungdómsarbeiðið.
Sunnudag er morgunmøti kl. 11 og sunnudagsskúli kl. 12 fyri øll børn upp til 7. flokk. Børnini plaga at vera 20-30 í tali.
Mánadag er Sólstrála, barnamøti og handaligt arbeiði fyri børn frá 1. flokki og uppeftir.
Mikudag er bønarmøti kl 20.
Hósmorgun er Betania opið millum 10 og 12, og tað ber til at koma inn at práta og fáa ein kaffimunn. Hósdag hittast eisini húsbólkar.
Annanhvønn fríggjadag er ungdómsmøti kl 8.




Samband:
BETANIA
Bøherðan 30, 240 Skopun
Telefon: 361310
Teldupost: betania@email.fo
Heimasíða: www.http://betania.fo/

 

 

Missiónshúsið


Í Missiónshúsinum heldur ein rættiliga livandi samkoma til.
Sunnudag er sunnudagsskúli kl. 14 og evangeliskt møti kl 18. Ein hálvan tíma áðrenn møtið er bønarløta.
Týskvøld kl 8 er ungdómsmøti.
Um vetrarnar eru lovsangsmøti annaðhvørt fríggjakvøld.
Sandoyar Manskór venur ofta í Missiónshúsinum, og eitt barnakór er eisini stovnað.
Um várið er missiónsvika, og í januar er vetrarstevna. Tá koma aðrar samkomur kring landið at vera við á møtunum.
Samkomuleiðari er Jógvan Lamhauge, tlf. 222375