Samljóð

Ungmannafelagið Samljóð

Tormansvegur 58, 240 Skopun
Tlf: 216151/224453.



Samljóð er karmur um flestu størri tiltøk í Skopun, eins og húsið verður útleigað til veitslur, skúla- og barnagarðstiltøk, útferðir og mangt annað.
Føstulávintsveitsla og jólasøla eru á hvørjum ári.
Tá Sandoyarstevna er í Skopun 4. hvørt ár, er tað Samljóð, sum stendur fyri henni.
Bingo er 14. hvønn dag, vanliga hósdag.
Inni í húsinum eru m.a. 100 madrassur, brúsa, trý wc, umframt eitt wc til rørslutarnað, køkur við tilhoyri, matarsalur og stórur salur, sum kann deilast upp í 2 rúm. Rúm er fyri at hýsa 360 fólkum til borðhald. Felagshúsið hevur góð parkerings- og atkomuviðurskifti, eisini hjá rørslutarnaðum.
Ungmannafelagið Samljóð er gamalt felag - stovnað í 1923. Fyrsta felagshúsið var gamla dansistovan, sum nú er bygdasavn. Nýggja felagshúsið stóð liðugt í 1991.
Tiltøk í Samljóð verða lýst við uppsløgum í handlunum um alla oynna og á facebooksíðuni hjá Samljóð:
https://www.facebook.com/samljod?fref=ts

Útleigan: Meiken Krabenhøft á tlf. 216151.

Nýggir limir: Meiken Krabenhøft á tlf. 216151.

Formaður: Torgerð Joensen, tlf. 224453