Byggisamtykt fyri Skopunar kommunu



Byggisamtykt norðuri á Ognini


1) Skopunar Kommuna ger stykkið byggibúgvi, so at skilja, at hon ger

veg til stykkið og leggur el- vatn og kloakleiðingar til stykkið.

2) Grundstykkið má ikki verða selt uppaftur, áðrenn bygt er á tað sethús

ella annað eins týdningarmikið hús, uttan at bygdarráðið játtar.

3) Loyvt er einans at byggja sethús við í mesta lagi tveimum íbúðum og

tvíhús, rað- og ketuhús o.t. til eitt húski hvørt.

Uttan serligt loyvi frá bygdaráðnum má ongin gera hús til

framleiðsluvirki, seta slíkt virki á stovn ella stovna uttanhýsisgoymslur.

4) Keyparin pliktar seg til at byrja húsabyggingina á grundina uttan

óneyðugan støðg, og skal byggingin vera liðug áðrenn eitt ár er liði frá

dagfestingini av hesum ognarbrævi.

Verður henda treyt ikki hildin, hevur Skopunar Kommuna hesi rættindi:

• Er ongin bygging farin fram, fellur grundstykkið aftur til

kommununa móti afturgjaldan av keypspeninginum, tó uttan

viðbót fyri rentur og annan kostnað, ið stendst av afturskeyting.

5) Netto nýtslustigið má ikki fara uppum 0,3 fyri stakhús og 0,4 fyri

tvíhús, ketuhús ella raðhús.

6) Einki hús á økinum má verða sett nærri enn 2,5 m, tó eru úthús og

bilskúr minni enn 25 m2 undantikin hesi reglu.

Møgulig úthús verða sett í somu byggilinju, sum sethúsini.

Einki hús á økinum má verða bygt í meira enn einari hædd við nýttari

loftshædd og mugu ikki vera hægri enn 5 m til yvirgrind og 8,5 m til

mønu, mált frá miðal jørðeldi ( í miðal við húsahornini ). Kjallaragólvi

skal liggja í hædd við ella lægri enn lendi á niðaru síðu. Kjallaragólvi

má ikki leggjast hægri enn lægsta stað á lendi við húsavegg. Har vegur

er nær húsum, verður gólvshæddin tá at laga seg eftir veghæddini, og

verða myndugleikarnir at áseta hæddina á kjallaragólvi. Tað verður bert

loyvt at hava ein kjallara.

7) Keyparin og seinni eigarar skulu vera skyldugir til fyri egnan kostnað

at gera og halda í góðum standi tær veitingar til avlopsvatn, sum

heilsunevndin skilar til skulu gerast til burturveitingar, ikki einans

av vatni frá sjálvum grundstykkinum, men eisini frá umliggjandi

grundstykkjum, tá heilsunevndin heldur hetta vera neyðugt, á tann

hátt, at keypari ella eigari ikki er skyldugur at lata gera kloakkverk

ella aðrar størri veitingar, men bert vanligar rennur. Á sama hátt skal

keypari ella eigari vera skyldugur at lata gera veitingar til avlopsvatn

frá grundstykkinum til kloakrør, ið kommunan hevur latið byggja, sum

verður ávíst bygdarráðnum, umframt at gera evjubrunn á hvørjari

burturveiting frá grundstykkinum, uttan á burturveitingum, ið bert verða

nýttar til takvatn.

8) Keypari ella eigari skal vera skyldugur at lata grundstykki umgirða

innan tvey ár frá dagfesting ognarbrævsins, og skal umgirðingin

góðkennast av bygdarráðnum, áðrenn hon verður gjørd. Við uppsetan

av girðing skal áherðsla leggjast á, at hegnið gevur eina dámliga rammu

um avvarðandi eigindómar og má eisini ansast eftir, at hegnið klæðir

økinum sæð út frá eini heildarmetan.

Tað er ein treyt, at skipast skal soleiðis fyri, at bilur skal kunna standa

parkerðaur inni á hesum stykki, tá ið hús eru bygd á tað, og at væl er

atkomandi við bili til hesa støðu.

Ognin hevur fulla hegnskyldu ímóti vegnum og felags- og fríøkjum og

hálva hegnskyldu mótvegis granna og mart.nr.

____________________________________________________________

9) Øll bygging skal fara fram samsvarandi býarplani og byggisamtyktini.

Í samband við góðkenning og avseting av húsum, skal dentur

verða lagdur á, at húsini fella væl í landslagið og samtykkja við

grannahús byggingina á økinum sum heild, at eingi hús taka útsýni frá

grannahúsum í størri mun enn avgerðandi neyðugt og at byggingin á

økinum sum heild hevur dám av lágari bygging.

Øll húsini skulu í øllum lutum verða hildin í fullgóðum og vandaligum

standi. Um umsiting av húsum er stak vánalig, kann byggivaldið geva

boð um, at bøtast skal um brekini, og um neyðugt lata tey gera fyri

rokning eigarans.

10) Bilskúr kunnu verða sett á grundøkini og í mun til veg, soleiðis sum

bygdarráðið í hvørjum einstøkum føri avgerð.

Úthús og bilskúr mugu bert verða bygd í einari hædd. Frá gólvi til

yvirsyll má hægst vera 2,4 m. Gólvið á úthúsum má hægst vera 0,3 m

yvir hægsta stað á lendinum uttanum.

Saman við umsókn um byggiloyvi skulu ligga fullfíggjaðar tekningar við

støðuplani.

Øll bygging fer fram undir eftirliti av byggivaldinum, sum skal hava boð

áðrenn arbeiði verður byrjað.

11) Bygdarráðið tekur sær rætt at gera og halda í góðum standi

kloakverk, vatnveitingar, elektricitetsleidningar og seta upp steyrar,

fikspunktir, polygonpunktir, brandkranar og tílíkt og leidningar av øllum

slagi yvir og gjøgnum grundstykkið uttan endurgjald til eigaran.

12) Grundstykki má ikki lutast sundur uttan serloyvi frá bygdarráðnum.
Her skriva tit innihaldstekst