Trúðarlív

Skálvíks kirkja- Hvíta kirkjan


 

Kirkjan stendur á Lógvheyggi. Hon varð vígd 6. september 1891. Er bygd úr gróti, pussað uttaná. Jákup á Bakkanum, handilsmaður, úr Húsavík stóð fyri byggingini.

Hetta er fyrsta kirkja, ið hevur staðið á hesum staði, Lógvheyggi. Hinar undan hesari hava staðið niðri á Møl.

Tað var eitt gamalt ynski at fáa umvælt og klætt kirkjuna innan, og var hetta arbeiði liðugt í 1979.

Altartalvan man vera elsta altartalva í brúki í føroyskari kirkju. Nøvnini á teimum ið góvu hana, standa á henni: Jacob Jonsen og Kristen Clementsdatter, bóndahjúnini í Dalsgarði. Altartalvan er nevnd í roknskaparprotokollini í 1696.

Millum dýrmætastu lutirnar í kirkjuni má roknast gávan frá kongsfestinum á Trøðni. Traðarbóndin, Tróndur á Trøð, borin í heim 17. november 1846, skar allar tólv apostlarnar og tvær stórar reliefmyndir – Samson og leyvan og Bileam og asnin – úr rekaviði. Eingin onnur kirkja í landinum eigur nakað, ið líkist hesum.

Nummartalvuna hevur eisini Tróndur á Trøð gjørt.

Úthurðalásið er hondsmíðað. Seinni vældi Hans Dalsgaard um tað og gjørdi sermerkta prýðið uttaná: eitt krucifix, har hin krossfesti fjalir lyklarholið, tá lykil ikki stendur í.

Í 1929 fekk Skálvíks kirkja pípuurgu. Henda varð keypt brúkt og umvæld. Hon varð nýbygd í 1868. Hon er okkara elsta kirkjuurga, sum enn er í brúki.

 

Kirkjuráðið

Formaður
Anita Joensen,Hagabrekka 30, 220 Skálavík, tlf. 252859