Uppgávurnar hjá heimahjálpini fevna um at veita persónliga røkt og praktiska hjálp til persónar í egnum heimi. Heimahjálp kann verða veitt í hesum førum:
1. Heimahjálp kann í óavmarkaða tíð verða veitt pensjónistum, ið hava tørv á hjálp ella røkt orsakað av varandi sjúku ella breki.
2. Heimahjálp kann verða veitt fyribils í eitt styttri tíðarskeið orsakað av bráðfeingissjúku ella breki.
3. Bráðfeingis heimahjálp kann verða veitt í eitt styttri tíðarskeið, tá ið foreldur berast frá orsakað av sjúku, barnsburði ella eftirbata.
Heimahjálp eftir nr. 1 verður veitt uttan kostnað til pensjónistar, ið ikki hava aðra inntøku enn fólkapensjón og arbeiðsmarknaðareftirløn sbrt. lóg um arbeiðsmarknaðareftirløn. Hevur pensjónisturin aðra inntøku enn omanfyristandandi, skal pensjónisturin gjalda fyri hvønn tíma, sambært kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. frá 17. desember 2014. Heimahjálp eftir nr. 2 ella nr. 3 verður veitt uttan kostnað. Borgarar, sum meta seg hava tørv á heimahjálp, ella teirra avvarðandi, kunnu venda sær til økisskrivstovuna tlf. 793600 millum kl. 9 og 12 við áheitan um hjálp. Ein visitator og í ávísum førum eisini ein terapeutur koma tá á vitjan og meta um tørv á hjálp.