Til ber at veita fólki samsýning, sum átaka sær at ansa fólkapensjónisti heima.
Treytin fyri at veita samsýning er, at tann sum ansast skal, hevur tørv á støðugari røkt og hjáveru.
Um samsýning verður veitt fólki fyri at ansa, verður vanliga ikki veitt heimahjálp eisini. Er talan um, at tann, ið ansast skal, hevur tørv á tveimum hjálparum, ber til at søkja um heimahjálp.
Tey ið ynskja at søkja samsýning sambært hesi áseting, kunnu venda sær til økisskrivstovuna tlf 793600 millum kl. 9 og 12 ella við at senda teldupost til Økistænastuna um umsóknarblað. Eisini ber til at heinta oyðiblað her