Føst tiltøk


Føstulávint
Føstulávint er ein rættilig høgtíð á Sandi. Tunnusláing er fyri stór og smá, og restina av degnum og kvøldinum ganga (serliga) menn húsagongd. Í Virkinum verður føstulávintsskemt framført, og børnini ganga grýla í fleiri dagar.




 
Seinsummardagar
Seinast í august eru seinsummardagar við barnatiltøkum, framsýningum, túnadansi og øðrum.


Sandoyarstevna
Sandoyarstevna verður hildin hvørt summar upp á skift í teimum fýra kommununum. Hon verður í Skálavík í 2015. Meira fæst at vita HER




Jólaskipið kemur
Á hvørjum ári savnast stór og smá á keiini, tá jólamenninir koma við jólaskipinum, fara uppí brandbilin og norður á Ljósafløtt at tendra jólabygdina har.

Dunnuveitsla
Dunnuveitslan er eitt slag av felags jólaborðhaldi fyri bæði fyritøkurnar í oynni og einstaklingar.



Nýggjárshald
Nýggjasti nýggjárssiðurin er kyndlagonga og felagsbál mitt í bygdini. Aftaná er opið hús í Virkinum.