Trúðarlív

    
Kirkjan, ið stóð undan núverandi kirkju, var bert 76 ára gomul, so neyvan hevur hon verið í so ringum standi. Heldur man vera, at hon var vorðin ov lítil. Á sumri 1839 verður so gamla kirkjan tikin niður og nýggj bygd upp aftur. Timburarbeiðið varð leitt av 6 arbeiðsformonnum. Høvuðsformaður man Jógvan í Beiti hava verið, tí hann fekk hægstu dagsløn. Snikkaraarbeiði gjørdi Niels Kristoffur Winther, men súlurnar millum kór og skip og innan fyri knæfallið vórðu gjørdar av Dreyaranum, Kristoffur Nyholm Debes, báðir úr Havn.

Væl gekst at byggja, tí longu 8. september hetta árið varð kirkjan vígd.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar]

Kirkjuráðið

Formaður
Bjarki Henriksen, Áarbøur 1, 210 Sandur, tlf. 361675/220928 Teldupostadr.: bjarki-hendriksen@com

Meira kann lesast um Sands kirkju HER