Virkið

 
Ungmannafelagið Virkið eigur hús mitt í bygdini á Sandi. Ungmannafelagshúsið verður brúkt til alt møguligt felagslív – brúdleyp, fundir, seturskúlar osv. Felagið sjálvt skipar fyri veitslum og dansi, bingo, og ikki minst føstulávintshaldi og tí tiltikna føstulávintsskemtinum.

Felagið varð stovnað í 1913 og húsið varð bygt í 1953.

Øll yvir 14 ár kunnu tekna seg sum limir við at seta seg í samband við formannin, Bjarka Henriksen.

Vil tú leiga høli í húsunum, set teg í samband við Kunningarstovuna, tlf 361836 og 222078.

Tú kann lesa meira um Virkið HER
Les meira um leigu av húsinum HER