Ruskinnsavning og bingjupláss


Ruskinnsavning:
IRF savnar ruskposar inn á Sandi hósdag. Hvíti posin verður heintaður 4. hvørju viku.
Á heimasíðuni http://www.irf.fo/ sært tú, hvørjar vikur hvíti posin verður heintaður í Sandoynni.Um grái posin ikki verður heintaður, verður tú biðin um at kanna, um ruskinnsavnarin hevur lagt eina fráboðan í ruskstativið ella í postkassan. Eru ongi boð, eigur tú at boða kommununi frá á 661034.

Bingjupláss:
Bingjuplássið er úti í Støð, omanfyri havnalagið. Opið er týs-, hós- og leygardagar 14.00-16.00

Reglugerð v.m. sæst HER