Byggisamtykt fyri Sands kommunu

Sands Kommuna


 

Byggisamtykt 2011 – 2016

 

Sands Kommuna fevnir um bygdina Sand, innan- og uttangarðs. Í vídd knappliga helvtin av Sandoynni.

Kommunan markar norðureftir at Skopunar kommunu, og gamla hagamarkið millum Fjalshaga og Skopunarhaga er mark millum kommunurnar, men í neðra eru traðirnar undir Hellisvaðnum av Fjalshaga norðan fyri markið, sum fer niður í Bavinsgjógv. Eystureftir er bygdarmarkið móti Skálvík og Skarvanesi kommunumark.

Mitt í oynni hevur Sands Kommuna av náttúrligum orsøkum verið og er miðdepilin í Sandoyar sýslu.

 

Friðingar og byggifyrivarni
Sermerkt lendi í landslagnum verða verandi óbygd og skulu ikki órógvast.

Sum heild verður ikki loyvt at byggja á gamla bønum. Á hinum partinum av landbúnaðarjørðini verður bert givið loyvi til bygging, ið hevur samband við at røkta jørðina, so sum inni í Dal, inni í Brekkum og yviri í Søltuvík.

Tað sama er galdandi fyri hagan, og her kemur náttúrufriðingarnevndin inn sum myndugleiki.


 

Ætlanin við og aðaltátturin í skipanini

 

Ætlanin er fyrst og fremst at tryggja skipaða bygging, at hon ikki fer fram tilvildarliga spjadd um alla bygdina, og í tí sambandi at forða allari bygging, ið hevur frárensl í vøtnini. Byggiætlanirnar verða skipaðar sum eitt náttúrligt framhald av verandi byggingum.

Ein ætlan er gjørd fyri sethúsabygging á Vatnsryggi, og ein ál av grundstykkjum er løgd í Sandabrekkuni. Somuleiðis er eitt summarhúsøki lagt vestur av Vatnsryggi, handan Hamralið.

Smáu búnaðarteigarnir millum húsa í bygdini eru lagdir út sum sethúsaøki.

Øll samtyktu og góðkendu byggifrávikini eru tikin við í nýggju samtyktini.


 

Byggisamtykt 2011-2016

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarplanir og byggisamtyktir við seinni broytingum verða hesar ásetingar at galda fyri Sands Kommunu.


 

Økið, ið samtyktin fevnir um:

Byggisamtyktin fevnir um alla kommununa.

Kommunan verður býtt soleiðis eftir nýtslu av økjunum:

Sethúsaøki

Á.    Gamli sethúsabýlingurin – í Koytu

B.     Almennir stovnar

D.    Miðstaðarøki

Ð.    Vinnuøki

E.    Havnaøki

F.    Flogvøllur

G.   Landbúnaður

H.   Frílendi

I.    Golfvøllur

Í.    Frítíðarbygd

J.    Summarhúsøki

K.   Savnsøki

L.   Tjalding og húsvognar

 

Almennar ásetingar

 

Byggivald

 

Byggivaldið á Sandi útinnir kommunustýrið sambært løgtingslóg um býarskipanir  og byggisamtyktir.

Farið kann ikki verða undir arbeiðið uttan skrivligt loyvi frá bygdarráðnum.

Byggiumsókn skal vera skrivlig og hjálagdar skulu vera tær tekningar og aðrar upplýsingar, ið neyðugar eru til greitt at skilja málið.

Byggivaldið skal hava boð um, nær arbeiðið byrjar.


 

Bilastøðlar

 

Nóg stórt øki skal verða lagt av til bilastøðlar, soleiðis at íbúgvarnir og/ella tey, ið starvast í húsinum og vitjandi, viðskiftafólk, útvegamenn o.o. fáa sett akfar sítt frá sær á økinum, ið hoyrir til húsini.

Vanliga verður kravt í minsta lagi pláss til tveir bilar til hvønn bústað sær. Har felags bilastøðlapláss verða gjørd til fleiri bústaðir, ella har talan er um hús til vinnuligt endamál, skal byggivaldinum í hvørjum einstøkum føri veita góðkenning.







 

Útrokning av nýtingarstigum o.a.

 

Størst loyvda byggivídd verður ásett fyri hvørja einstaka grund, sum eitt lutfall ímillum grundvíddina á húsunum og víddina á grundøkinum. Talið, ið soleiðis kemur út, merkir byggistig.

Størst loyvda ummál av bygging verður ásett fyri hvørja einstaka grund sum eitt lutfall ímillum bruttohæddarvíddina og víddina á grundøkinum. Talið, ið soleiðis kemur út, merkir nettonýtingarstig.

Hæddarvíddin á einari bygging verður roknað út við at leggja saman allar hæddirnar. Mátið verður roknað frá útsíðuni á teimum avmarkandi útveggjunum.

Víddin á tí partinum av kjallarahæddini, ið hevur eina hædd, sum er minst 2,30 m, og

             gólvið liggur yvir lægsta jørðildi, verður roknað uppí við 50%.

Er eingin kjallari, kann byggivaldið fyri vanlig sethús loyva, at 10% verða løgd aftur at

             mest loyvdu samlaðu gólvvíddini.

Víddin á loftshædd, ið hevur eina fría hædd, sum er minst 2,30 m, verður roknað til 50% av hæddini beint niðriundir.

Kann tað verða víst á, at bert ein minni partur av kjallara ella lofti er nýtandi sum búrúm, verður bert henda víddin roknað uppí.


 

Frávik

 

Byggivaldið kann  geva frávik frá ásetingunum í hesari byggisamtykt.

Áðrenn frávik verður givið, skal boð sendast grannunum skrivliga, og skulu teir hava høvi at kanna umsóknina í minsta lagi í eina viku, frá tí teir hava fingið boðini. Møguligar viðmerkingar frá grannum eru vegleiðandi og skulu haldast innanhýsis hjá byggivaldinum.

 

Kæra

 

Avgerðir kommunustýrisins sambært hesari almennu og teimum serstøku byggisamtyktunum kunnu kærast til kærustovnin undir landsstýrinum.

Tá ið annað ikki er fyrisett, er kærufreistin 30 dagar frá tí degi, avvarðandi fekk avgerðina at vita og upplýsing um hesa freist og um, hvat vald kært kann verða til. Fyri avgerðir, ið alment eru kunngjørdar, verður kærufreistin roknað frá hesum degi.

Kæra um fyriskipan, ið byggivaldið hevur givið, frítekur ikki frá at gera eftir henni; tó er kæruvaldinum heimilað at áseta, um kæran skal kunna leingja tíðarfreistina í málinum.

Sakarmál, til tess at royna avgerðir, ið eru tiknar av landsstýrinum sambært teirri almennu og teimum serstøku byggisamtyktunum, skulu verða gjørd innan 6 vikur frá tí degi, avgerðin er boðað tí avvarðandi. Viðvíkjandi avgerðum, ið eru alment kunngjørdar, verður kærufreistin roknað frá kunngerðardegnum.

 

Ásetingar fyri øki A – sethúsaøki

 

Loyvt er einans at byggja sethús við upp til 2 íbúðum og – eftir serloyvi frá byggivaldinum – tvíhús, rað- og ketuhús o.t. til eitt húski. Í sambandi við bústaðirnar skal tó bera til at innrætta høli til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treytað av at hesi virki ikki eru til ampa ella lýta dámin á økinum sum sethúsabýling og ikki eru meir enn 50 % av byggingini.

Grundøkini skulu vera í minsta lagi 400 m2 til støddar. Tá ið byggingin verður framd eftir byggiskipan, ið kommunustýrið hevur góðkent og tryggjað, ella eftir serstakari byggisamtykt, kann kommunustýrið loyva, at grundstykkini eru minni enn 400 kvm., tó í minsta lagi 300 kvm. fyri sethús (einhúskishús) og 300 kvm. fyri hvønn partin av tví-, ketu- ella raðhúsum. Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 0,35 fyri vanlig sethús og 0,4 fyri tví-, ketu- ella raðhús.

Hús mugu einans verða bygd  í einari hædd við nýttum lofti og kjallara, og mugu ikki vera hægri enn 6,0 m. til yvirgrind og 9,0 m. til mønuna mált frá miðaljørðildi (miðal við húsahornini). Kjallaraloftið má ikki verða meira enn 1,0 oman fyri hægsta jørðildi við húsahorn. Er jarðarmunurin á lendinum, roknað sum munurin millum hægsta og lægsta jørðildi, minni enn 1,5 m., er tó loyvt at leggja kjallaraloftið upp til 2,5 m. oman fyri lægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallari má vera.

Ikki er loyvt at byggja nærri marki enn 2,5 m., og bilhúshurðar/-op skulu hava 5 m. til mark. Í heilt serligum føri 4 m.

Bilhús, úthús og hjallar í sjálvstøðugum bygningum verða bert roknað upp í bruttohæddavíddina við tí parti av tí samlaðu víddini á hesum bygningum, ið fer upp um 30 m2. Øll slík bygging skal vera minst 2,5 m. frá marki. Verður frávik givið frá hesi áseting, skal hæddin verða lægri enn 2,5 m., máld frá miðaljørðildi. Eldstaður og skortsteinur mugu ikki vera nærri grannamarki enn 2,5 m.

 

Ásetingar fyri øki Á – Gamli sethúsabýlingurin – í Koytu

 

Økið verður varðveitt sum sereyðkenni fyri sethúsaeind frá farnari tíð. Sí samtyktu serstøku byggisamtykt.

Viðlíkahald av húsum skal fremjast í samráð við bygdaráðið og byggimyndugleika tess.

Ásetingar fyri øki B – almennir stovnar og øki

 

Økið verður nýtt til almenna tænastubygging.

Sum almenn tænastubygging er at rokna:

Skúli

Barnagarður

Røktarheim

Læknamiðstøð

Almennir tænastustovnar

Søvn

Átrúnaðarlig endamál

Kirkjugarðar

Eldraíbúðir

Aðrar tænastubyggingar

Størst loyvda nýtslustig er 0,5, kirkjugarðar undantiknir. Størst loyvda byggistig er 0,3.

 

Ásetingar fyri øki D -  Miðstaðarøki

 

Øki verður lagt av til miðstaðarbygging, t.e. handlar, bankar, skrivstovur, samkomuhøli, matstovur, heilsubótarstovur o.t. Í sertstøkum førum er loyvt at innrætta íbúð til virkiseigara ella starvsfólk. Bústaðurin má í ongum føri fara uppum 30 % av samlaðari gólvvídd.

Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 0,5.

Hús kunnu í mesta lagi verða bygd í 2 hæddum umframt loft og skulu annars ikki vera hægri enn 7 m. til yvirgrindina og 10 m. til mønuna, mált frá miðaljørðildi (í miðal við húsahornini). Kjallari verður roknaður uppí sum húsahædd, um so er, at loftið er meira enn 1,0 m. yvir hægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallari má vera.

 

Ásetingar fyri Øki Ð – vinnuøki

 

Økið verður nýtt til ídnað- og handilshús við tilhoyrandi tænastuvirksemi.

Einstøku grundstykkini mugu ikki vera smærri enn 750 m2.

Byggingarstigið fyri grundstykkini má ikki fara upp um 0,5.

Hús mega ikki verða bygd hægri enn 10 m, yvir miðaljørðildi.

Bygging má ikki vera sett nærri enn 5 m. frá marki.

Á hesum økinum er ikki loyvt at innrætta bústaðir.

Einki byggiloyvi má verða givið, fyrr enn vatn, vegur og almennar veitingar annars eru til taks.

 

Ásetingar fyri Øki E – Havnaøki

 

Økið verður lagt av til havnalag og til virki, ið hava samband við hetta.

Útstykking kann bert fra fram eftir ætlan fyri náttúrliga avmarkað størri øki.

Byggingarstigið fyri grundstykkini má iki fara upp um 0,5.

Rúmmál av húsum má ikki fara upp um 3 m3 fyri hvønn m2 av grundstykkinum.

Hús mugu ikki vera bygd hægri enn 12 m. yvir miðaljørðildi.

Bygging má ikki verða sett nærri bryggjutrom enn 15 m, ella nærri aðrari bygging enn 5 m.

Á hesum økinum er ikki loyvt at innrætta bústaðir.

Lendið á hesum øki kann bert leigast og ikki avhendast.

 

Ásetingar fyri Øki F – Flogvøllur

 

Økið kann, um ætlanin við flogvølli í Søltuvík gerst veruleiki, nýtast til at gera flogvøll við øllum, sum hoyrir til slíka verkætlan.

Serstøk byggisamtykt verður orðað fyri økið, um ætlanin gerst veruleiki.

 

Ásetingar fyri Øki G – landbúnaður

 

Økið er alt tað lendið, ið eftir er av kommununi, tá ið øll hini økini eru tikin frá. Verkløg, so sum grótbrot, alistøðir og orkuverk, verða at fremja við serstakari byggisamtykt. Í serligum føri kann verða kravt, at bygningar hava flagtekju.

Loyvt er bert at byggja hús, ið neyðug eru til tess at tryggja fullgóðan rakstur av virkjum við endamálum, ið nevnd eru í 1. Stk. Tó er loyvt at gera slík teknisk virki og hús, ið neyðug eru til ravmagns- og vatnveitingar, til burturbeiningar av skarnvatni,  til telesamskiftisloysnir og í sambandi við vegahald. Flagtekja er krav.

Hús og teknisk virki skulu vera soleiðis til útsjóndar og setast soleiðis í lendinum, at tey lýta landslagið minst møguligt.

Tá ið talan er um byggiloyvi eftir hesi grein, skal neyv frágreiðing fylgja við umsóknini, og er byggiloyvi treytað av, at kommunustýrið samstundis góðkennir frágreiðingina.

Í sambandi við landbúnað skal lýsingin í minsta lagi fevna um:

Grundarlagið fyri virkseminum

Hvussu rakstur verður skipaður

Hvat slag av djórahaldi talan er um

Hvussu stórt talið av djórum verður

Burturbeiningarskipan av tøðum

Hóast ásetingar í stk. 4, kann byggjast ein bygningur í einari hædd á traðarstykki har mesta víddin á bygninginum er 20 kvm. Bygging verður ikki loyvd á traðarstykkjum, sum eru undir 2000 fermetrar.

 

Ásetingar fyri Øki H – Frílendi

 

Øki verða løgd av til frílendi, t.e. lendi, sum ikki má byggjast á, og verða at nýta til at varðveita náttúru, fornminni og at hugna sær í.

 

Áseting fyri Øki I – Golfvøllur

 

Økið kann, um ætlan við golfvølli gerst veruleiki, nýtast til at gera golfvøll  við øllum, sum hoyrir til slíka verkætlan.

Serstøk byggisamtykt verður orðað fyri økið, um ætlanin gerst veruleiki.

 

Áseting fyri øki Í – Frítíðarbygd

 

Økið kann, um ætlan við frítíðarbygd gerst veruleiki, nýtast til at gera frítíðarbygd við øllum, sum hoyrir til slíka verkætlan.

Serstøk byggisamtykt verður orðað fyri økið, um ætlanin gerst veruleiki.


 

Áseting fyri øki J – Summarhúsøki

 

Grundøki skulu vera í minsta lagi 200 fermetrar og í mesta lagi 300 fermetrar.

Mest loyvda byggistig er 0,3 og nýtslustig 0,5.

Mest loyvda hædd er 4 m. og mest loyvda vídd er 80 fermetrar.

Byggjast kann bert í einari hædd við lofti, og húsini skulu lagast landslagnum sum frægast.

Húsini skulu vera minst 2,5 m. frá marki, bæði móti granna og gøtu.

Uttanumøki skal vera væl frágingið

Girðing kann setast upp, men skal ikki lýta økið og byggingina.

Bilastøðlapláss skal vera til minst ein bil fyri hvørt húsið.

Økið skal hava góðkenning til kommunala íbinding til vatn og kloakk.

Vegaføring skal vera til frítíðarhúsøkið og á frítíðarhúsøkinum.

Bert eitt frítíðarhús kann verða bygt og innrættað á hvørjum sjálvstøðugum matrikli.

Húsini skulu vera í jørðliti.

 

Áseting fyri øki K – Savnsøki

 

Gamla lendingin niðri á Hamri við Akselsa handli og tilhoyrandi uttanumøki verður lagt út sum savnsøki.

Listasavnið á Sandi og húsini á matriklinum verða somuleiðis løgd út sum savnsøki.

Innan fyri økispartarnar mugu bert verða settir bygningar, ið samsvara við endamálið hjá avvarðandi økispørtum.

Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 0,4.

Byggjast má einans eftir av byggivaldinum góðkendari byggiætlan fyri hesi øki.

 

Áseting fyri øki L –Tjalding og húsvognar

 

Øki verður lagt av til stað, har tjøld og campingvognar kunnu halda til. Má tó ikki nýtast til heilárstilhald.

Hús mugu bert vera bygd, sum hava náttúrligt tilknýti til tað endamál, sum økið er ætlað, og sum bygdarráðið hevur góðkent.

Áðrenn farið verður undir at gera økið klárt, skulu nágreiniligar reglur gerast fyri nýtslu og hald, og skulu loyvi verða fingin til vega frá øllum avvarðandi myndugleikum.



 

Broytingar í byggisamtyktini

 

Broytingar í byggisamtyktini kunnu verða gjørdar eftir bygdarráðssamtykt við góðkenning Innlendismálaráðsins sambært lóg um samtykt og góðkenning av nýggjum byggisamtyktum.



 

Soleiðis samtykt av Sands Bygdarráði at leggja fram sum uppskot til broyting av verandi byggisamtykt.