Ungdómshúsið

 
Ungdómshús í Gamla skúla

Seinnapartarnar er Gamli skúli frítíðarskúli, og tá børnini í frítíðarskúlanum eru farin heim, er hann ungdómshús. Húsið hevur fingið ljóðføri og spøl, og er opið øll gerandiskvøld – eisini fríggjakvøld.
- Tey ungu skulu kenna seg trygg, hoyrd, sædd og vird, sigur Petrina Nolsøe, sum er leiðari fyri dagstovnin á Sandi, sum eisini hevur ungdómshúsið sum part av sínum virksemi.
Petrina leggur annars dent á, at ung úr allari oynni eru vælkomin í húsið.

Upplatingartíðirnar eru hesar:

Mánadag til hósdag
4. til 7. flokkur kl. 18-20
8. flokkur og upp til 18 ár kl. 20-22
Fríggjadag:
4. til 7. flokkur kl. 18-21

8. flokkur og upp til 18 ár kl 21-24

Telefon: 212701
Undir Reynum 2, 210 Sandur

 

Virði og ætlanin við húsinum:
Ungdómshúsið skal hava ein innihaldsríkan dag fyri hvørt einstakt barn. Vit bjóða teimum nútíðarhóskandi hentleikar: Play station, sjónvarp, internet, air hockey, tónleik, teimum dámar, ymisk borðspøl, nógv ymiskt handaligt, kappingar og annað. Tey eru við í matgerðini eisini. Hetta er við til at geva teimum stuttleika og spenning í tilveruna.
Tey ungu eru við í innrættingini, og við til at gera reglurnar fyri húsið, soleiðis at tey koma at trívast og verða glað fyri ungdómshúsið, sum er teirra stað. Eitt av høvuðsendamálunum hjá ungdómshúsum er, at tey ungu skulu kenna seg trygg, hoyrd, sædd og vird. Tey ungu, sum koma í ungdómshúsið, skulu vita, at húsið er til fyri tey, og at tey hava rætt til at siga frá møguligum ynskjum og broytingum.
Ungdómshúsið rúmar ymiskleikanum hjá teimum ungu. Tolsemi er eitt av høvuðsvirðunum hjá húsinum, og vit vilja vera við til at menna tolsemið hjá teimum ungu eisini.

Ungdómshúsið hevur ein facebook-bólk  sum tú finnur HER