Undirhúsið


Undirhúsið á Sandi, við Sandslíð í baksýni

Hvønn morgun er Undirhúsið á Munkinum opið, og menn hittast til hugna og kaffiprát. Øll eru vælkomin inn á gólvið. 

Søgan um húsini á Munkinum er hendan, sambært Evaldi Sólvitsson:

Trý hús á Sandi blivu bygd undir krígnum, og tey vóru sera lík. Tá í tíðini lænti ella keypti man formar frá hvørjum øðrum, og soleiðis fingu nógv hús somu stødd.
Martin í Beitinum bygdi fyrst á Nýggjagørðum. So fekk Jens Klæmint formarnar og bygdi í Søltuvík, og tá hann var liðugur, fekk Sørin formarnar og byrjaði at bygga á Munkinum. Hann doyði áðrenn húsini vóru liðug. Í 60-unum keypti Gísli grundina og bygdi liðugt. Soleiðis komu trý hús av sama slagi at standa í útjaðaranum á Sandi. Fyrst í 70-unum fingu Gísli og Sigmunda kiosk. Tá var nógv lív í havnini, og kom kioskin at verða eitt samlingsstað. Tá vóru ongar fartelefonir, so tað bleiv ringt til Sigmundu, um onkur skuldi hava eini boð til mannin. So fór Sigmunda út á trappuna at rópa boðini víðari, og hon hoyrdist!
Í 80-unum keypti kommunan húsini, og blivu tey brúkt til ymiskt, eitt nú havnaskrivstovu. Seinast í 90-unum bleiv eitt rúm innrættað til "undirhús", men eingin undirtøka bleiv. Í 2013 tóku menn seg saman og við vælvild og stuðli frá kommununi bleiv miðhæddin gjørd í stand, og síðan tá hava mens hitst har trúliga hvønn morgun til hugna og kaffiprát.