Føst tiltøk á Sandoynni

Afturvendandi tiltøk í Skopun

Í Skopun er Jólahald, nýggjárshald, føst afturvendandi tiltøk. Sandoyarstevna er eisini fjórahvørt ár.


 

Afturvendandi tiltøk á Sandi


Føstulávint
Føstulávint er ein rættilig høgtíð á Sandi. Tunnusláing er fyri stór og smá, og restina av degnum og kvøldinum ganga (serliga) menn húsagongd. Í Virkinum verður føstulávintsskemt framført, og børnini ganga grýla í fleiri dagar.

Seinsummardagar
Seinast í august eru seinsummardagar við barnatiltøkum, framsýningum, túnadansi og øðrum.

Sandoyarstevna
Sandoyarstevna verður hildin hvørt summar upp á skift í teimum fýra kommununum. Hon verður á Sandi í 2014.

Jólaskipið kemur
Á hvørjum ári savnast stór og smá á keiini, tá jólamenninir koma við jólaskipinum, fara uppí brandbilin og norður á Ljósafløtt at tendra jólabygdina har.

    Nógvir jólamenn eru á Sandoynni    


Dunnuveitsla
Dunnuveitslan er eitt slag av felags jólaborðhaldi fyri bæði fyritøkurnar í oynni og einstaklingar.

Nýggjárshald
Nýggjasti nýggjárssiðurin er kyndlagonga og felagsbál mitt í bygdini. Aftaná er opið hús í Virkinum.
 


 


Afturvendandi tiltøk í Skálavík


Annaðhvørt ár verður skipað fyri mentanarviku í bygdini. Tá eru øll møgulig tiltøk í bygdini – fyrilestrar, túrar, konsertir og annað mangt. Við bátahylin verður tjald sett upp, har er harmonikudansur, felagssangur og fiskasuppa.
Næsta mentanarvika verður í 2016.
Felags jólahald er í bygdini á hvørjum ári, tá jólatrøini verða tendrað.
Bygdin heldur føstulávint saman við tunnusláing fyri øll. Tunnur eru bæði til menn og kvinnur, stór sum smá.
Bygdin heldur eisini nýggjár saman, við báli og fýrverki.
Missiónsvika er á hvørjum ári í november – tað er Missiónshúsið, sum skipar fyri.

Annars verður skipað fyri m.ø. gongutúrum, og kirkjan, ungmannahúsið Keldan og Depilin eru karmar um onnur tiltøk.
 


 

Afturvendandi tiltøk í Húsavík

Ungmannafelagið Sólarris er karmur um ein stóran part av felagslívinum í bygdini.

Ungmannaveitsla/ársveitsla
Ræstkjøtaveitsla
Jólahald
Nýttárshald
Føstulávintshald
Djóradagar
Sandoyarstevna 4. hvørt ár



 

Afturvendandi tiltøk í Dali

Føroyskur dansur, sum dansifelagið Stígum fast skipar fyri.
Kvøldsetur
Jólasøla
Bingo
Eydnuhjól
 

 

Afturvendandi tiltøk á Skarvanesi

Ymisk skeið v/ Poul Jákup Thomsen tlf 211112

Jólatræ verður tendrað í bygdunum 1. sunnudag í advent, og kommunan skipar fyri hugnaløtu.

Ruddingardagur:
Kommunan skipar fyri árligum ruddingardegi í bygdunum um summarið. Byrjað verður við felags morgunmati, og tá arbeiðið er liðugt verður grillað.


Sandoyar Kunningarstova skipar fyri og kunnar um tiltøk. www.visitsandoy.fo