Listasavnið


Listasavnið á Sandi


Sofus Olsen, sáli, ið var ættaður heiman av Sandi, var íðin listasavnari, og hann vildi, at listin, ið hann hevði samlað saman, fekk ein felags karm. Tí lat hann listasavnið á Sandi byggja.


Savnið lat upp í desember í 2005 á sjálvum 92 ára føðingardegnum hjá Sofusi Olsen.
Kend listafólk sum Mikines, Janus Kamban og Ingálvur av Reyni eru væl umboðað í savninum.Tá øll listaverkini eru á savninum er talan um uml. 120 listaverk eftir fleiri enn 30 listafólkum.

Til ber at tekna seg sum lim í vinafelagnum Steinbogi. Tað kostar 200 kr/árið, og gevur limaskapur ókeypis atgongd, tá savnið er opið. Tá skipað verður fyri tiltøkum, fáa limir í Steinboga vanliga avsláttur.

Savnsleiðari er Súsan í Jákupsstovu.
Listasavnið á Sandi, Áarbøur 11, 210 Sandur. Tlf. 21 19 24. Atgongumerkið kostar 50,- kr. Børn yngri enn 6 ár sleppa ókeypis inn.

Til ber at bíleggja eina rundvísing við at seta teg í samband við savnleiðaran minst 24 tímar áðrenn ætlaðu vitjanina.

Opið er soleiðis:

Í summarhálvuni uml. 1. juni - 1. okt: týsdag - sunnudag kl. 14-16.

Í vetrarhálvuni er bert opið eftir avtalu við savnsleiðaran.