Missiónshúsið

Í Missiónshúsinum í Skopun, heldur ein rættiliga livandi samkoma til.
Sunnudag er sunnudagsskúli kl. 14 og evangeliskt møti kl 18. Ein hálvan tíma áðrenn møtið er bønarløta.
Týskvøld kl 8 er ungdómsmøti.
Um vetrarnar eru lovsangsmøti annaðhvørt fríggjakvøld.
Sandoyar Manskór venur ofta í Missiónshúsinum, og eitt barnakór er eisini stovnað.
Um várið er missiónsvika, og í januar er vetrarstevna. Tá koma aðrar samkomur kring landið at vera við á møtunum.
Samkomuleiðari er Jógvan Lamhauge, tlf. 222375