Betania

Samkoman Betania í Skopun, er sera virkin. Nógv orka verður løgd í barna- og ungdómsarbeiðið.
Sunnudag er morgunmøti kl. 11 og sunnudagsskúli kl. 12 fyri øll børn upp til 7. flokk. Børnini plaga at vera 20-30 í tali.
Mánadag er Sólstrála, barnamøti og handaligt arbeiði fyri børn frá 1. flokki og uppeftir.
Mikudag er bønarmøti kl 20.
Hósmorgun er Betania opið millum 10 og 12, og tað ber til at koma inn at práta og fáa ein kaffimunn. Hósdag hittast eisini húsbólkar.
Annanhvønn fríggjadag er ungdómsmøti kl 8.

BETANIA
Bøherðan 30, 240 Skopun
Telefon: 361310
Teldupost: betania@email.fo
Heimasíða: www.http://betania.fo/