Høllin við Dalsá

 

 

Ítróttarhøllin er spildurnýggj, handað Sandoyar skúlasambandi í 2012.

Høllin verður nógv brúkt, og hevur gjørt tað møguligt at byrja at venja eitt nú hondbólt og fimleik við børnum, og at skipa fyri kappingum í flogbólti og hondbólti. Í 2014 var nýtt badmintonfelag stovnað. Og so er sjálvandi eisini rúm fyri innandura fótbóltsvenjing.
Høllin verður eisini brúkt av eldratænastuni til fyribyrgjandi venjingar. 

Høllin er eisini væl egnað til mangt annað enn ítrótt. Her er møguligt at hava sølustevnur, ráðstevnur, konsertir, stórar veitslur og mangt annað. Sitipláss til 500 fólk eru í høllini. Møguleiki er at leiga høllina. Sí prísir v.m.  HER