Dartfelagið í Sandoynni

 

Team Sandoy er dartfelagið fyri alla oynna. Felagið varð stovnað í Skopun 25. mai 2014, og er sera virkið.
Endamálið hjá felagnum er at menna og fremja áhuga fyri dartspælinum í oynni.
Hvørt mikukvøld kl 20 er venjing, og øll, sum hava hug at royna, eru vælkomin. Oftast leika øll móti øllum.
Tey allarflestu, sum eru til venjing, hava ongar aðrar royndir enn at tey hava spælt heima og í garasjuni, so ongin orsøk er at smæðast!
Felagið heldur til í Samljóð í Skopun, men er annars sjálvstøðugt felag.
Tað er ikki krav at vera limur fyri at sleppa upp í part. Men ein kann tekna seg sum lim til venjing, og onkrir fyrimunir eru - eitt nú er limakapping hvønn mánaða, har spælt verður um eitt ferðasteyp frá Grótvirkinum.
Felagið er nýtt, og ætlanin er at koma við í landskappingina. Málið er at fáa tvær av teimum tíggju FM-kappingunum, sum eru um árið, at verða spældar í Sandoynni.
Felagið hevur ein facebook-bólk, sum kallast "Dart í Sandoynni" og er opin fyri øll.

Limagjaldið er 300 krónur um árið

Team Sandoy
Nevnd:
Hans Eivind Olsen, formaður
Ólavur Dam Jacobsen, kassameistari
Jógvan Drangberg, skrivari
Valbjørn Mittelstein, eykalimur