B71 bjóðar børnunum kidsvolley

Lilian Clementsen

Flogbóltur er eitt spæl, ið krevur ávísan bóltførleika, áðrenn tað verður stuttligt at spæla. Tí hevur ikki verið so lætt at fáa børn at taka hesa ítróttagrein til sín. Men við Kidsvolley byggir tú spakuliga víðari á teir førleikar, børnini longu hava, tá tey byrja.

Tað, sum eyðkennir Kidsvolley er, at børnini skulu hava tað stuttligt, og at tey røra seg nógv.
Spælið er býtt upp í ”level’s” frá level 0 til 5. Í level 0 krevst bert, at børnini duga at lofta og kasta. Tá børnini duga level 0 til fulnar, kunnu tey byrja at venja nýggjar førleikar, so tey kunnu flyta upp á hægri level, og soleiðis verður hildið fram til level 5.



Øll áhugað yvir skúlaaldur kunnu vera við
Her hjá okkum hava vit venjing fyri børn frá 1. flokki og uppeftir.

Týsdag venja 3., 4., 5., 6. og 7. flokkur kl.16.30-17.30 og 1.og 2.flokkur kl.17.30-18.30.

Tey elstu frá 8. og uppeftir venja kl.19.30-21 og tá kunnu vaksin eisini vera við.

Hósdag venja 5., 6. og 7.flokkur kl. 16.30-17.30.


Bestu umstøður í landinum
Tað hevur verið stór undirtøka at luttaka øll árini vit hava havt venjing. Nú, síðani vit hava fingið nýggja ítróttarhøll, eru umstøðurnar til flogbólt tær bestu, sum finnast í landinum. So allar fortreytir eru tipp topp.
Vit eru til kappingar nakrar ferðir um árið. Tær eru ymsastaðni kring landið. Foreldur hava verið sera røsk at luttaka, tá vit hava verið til kappingar. Tey mugu ofta koyra børnini aftur og fram, og summi gera sær eina familjuútferð, tá vit spæla eitt nú í Klaksvík.
Annars hava vit havt venjingarlegu í fjør fyri tey elstu. Vit fingu vitjan av Fleyr úr Havn og vit gistu í Virkinum saman við teimum. Tá vóru fleiri av foreldrunum eisini røsk at hjálpa til við at taka sær av matgerð og øðrum.

Fyri øll 

Vit vilja gjarna, at øll børn skulu kenna seg væl at koma til venjing. Eisini um man ikki er so stinnur við bóltinum. Men hinvegin vilja vit eisini geva teimum, sum eru evnarík, møguleika at menna seg. So vit royna at skipa venjingina, so at øll skulu fáa avbjóðing, á tí støði tey eru á.