Fótbóltur við innbygdari uppaling

Eli Hentze

Meginreglan er, at øll, ið hava áhuga, fáa tilboðið at taka lut! B71 er ein pallur hjá øllum børnum og vaksnum at royna seg í leiki. Fyrstu mongu árini var tað nærum bert fótbólturin, men eisini eitt lítið sindur av flogbólti. Nú ítróttarhøllin er komin, eru eisini aðrir møguleikar.


Kapping hjá u6. 6. juni 2015

Góð viðurskifti til tey yngru – eisini tey smáu

B71 leggur seg eftir at hava góð tilboð til yngra ættarliðið, bæði dreingir og gentur. Yngstu børnini, ið spæla dystir, ganga í 1.flokki, men tað ber væl til at luttaka í venjing og vera við til dystir, um barnið ikki er farið í skúla! Felagið ger sítt ítarsta at hava skikkaðar venjarar til øll lið.Um summarið fer venjingin fram á nýggja og framúr góða graslíkisvøllinum inni í Dal. Og um veturin verður vant inni í somuleiðis nýggju og stásiligu ítróttarhøllini.Felagið ynskir sjálvsagt at menna góðar fótbóltsleikarar. Tað er spælið fyrst og fremst, ið luttøkan snýr seg um, men alt annað, ið fylgir við er eins týdningarmikið! Felagið skal læra børnini at spæla fótbólt og at gerast góðir samfelagsborgarar!


Lívslæran frá liðnum
Luttøka leikaranna skal fyrst og fremst byggja á áhuga og møguleikar at spæla saman við vinunum. Men øll luttøka í liðítrótti er eisini treytað av tí, ið danir rópa “forpligtende fællesskab”. Í tí liggur, at tann einstaki við luttøku síni sigur ja til felagsskapin, og ikki bara ja til seg sjálvan og sína egnu luttøku. Í tí liggur eitt slag av bindandi avtalu við liðfelagar. Í tí liggur ein læra at lyfta í felag. Júst henda læra er týdningarmikil førningur í víðari ferðini her í lívinum.Alstóri leikluturin hjá foreldrunumFelagið hevur seinastu árini gjørt nógv fyri, at øll tey praktisku viðurskiftini runt liðini er í lagi. Foreldraumboð eru til øll lið. Teirra uppgáva er at hava leiðarar tøkar til allar dystir. Umframt at foreldur skiftast um at vaska búnarnar. Harumframt er tað av sera stórum týdningini fyri luttøku barnanna, at foreldur vísa áhuga. Hesin áhugi fyrstu mongu árini er sterkt viðvirkandi til, hvørt børnini velja at halda á fram at taka lut í ítrótti eftir tannáringaárini.


Gentur u17 B71-NSÍ 1-1. 22. apríl 2015