Ungmannafelagið Virkið, Sandi


    
 

Ungmannafelagið Virkið eigur stór felagshús mitt í bygdini á Sandi. Ungmannafelagshúsið verður brúkt til almenn sum privat tiltøk: Brúdleyp, fundir, seturskúlar osv.
Felagið sjálvt skipar fyri veitslum og dansi, bingo, sjónleiki, føstulávintshaldi og tí tiltikna føstuskemtinum.


Øll yvir 14 ár kunnu tekna seg sum limir. Skriva til Virkið á Facebook HER.
Ella vend tær til nevndina:

Bjarki Henriksen, formaður, tlf. 220928

Eyðvør Dam Clementsen, næstformaður 

Katrin Petersen, skrivari

Lilian Clementsen, kassameistari

Kristianna Koytu Nicolajsen
 

Vil tú leiga høli í húsunum, set teg í samband við Sandoyar Kunningarstovu, tlf. 222078

Ungmannafelagið Virkið var stovnað í 1923, og húsið varð bygt í 1953.