Ungmannafelagið Sólarris, Húsavík


    
Ungmannafelagið Sólarris varð stovnað á kyndilsmessu 1943. Tey fyrstu árini helt felagið til í skúlanum, men í 1950´unum varð egi hús fingið til vega. Ungmannafelagshúsið liggur mitt í bygdini, millum báðar býlingarnar, Sunnan fyri Á og Heima á Garði.

Økið rundan um húsið er sera náttúruvakurt. Útsýnið er beinleiðis út á víkina og yvir á vøkru gróthúsini á Tumbakka, sandurin liggur eitt hanagleiv frá, Stórá tutlar framvið, fótbóltsvøllur er á staðnum og stórt spælipláss er heima í bygdini.

Ungmannafelagið er karmur um størsta partin av felagslívinum í bygdini. Av afturvendandi tiltøkum kunnu nevnast: nýttárshald, jólahald, føstulávintshald, djóradagur, ræstkjøtaveitsla og Sandoyarstevna. Eisini verður húsið leigað út til millum annað veitslur, føðingardagar, brúdleyp, fundir, møtir, fyrilestrar og til skúla-, barnagarðs- og familjubólkar.

Til ber at leiga húsið við at venda sær til: Jonnu Jensiu Anthoniussen,  215351.

Um ein ynskir at gerast limur og er yvir 14 ár, ber til at senda skriftliga umsókn til Ungmannafelagið Sólarris v/ Janus Petersen Fram við Ánna 32 Húsavík.

Sólarris er eisini at finna á Facebook HER.

Í nevndini sita:


Jonna Jensia Anthoniussen, forkvinna, 215351

Jóhanna Jancyardóttir, næstforkvinna, 

Janus Petersen, peningarøkil, 223678

 Eyðstein Ólason, nevndarlimur

Vinjard Tungá, nevndarlimur