Sands fornminnafelag

Fornminnafelagið var sett á stovn í 1986 og rekur Sands Bygdarsavn saman við Sands bygdarráði. Fornminnafelagið hevur síðan tað var stovnað, skipað fyri fleiri áhugaverdum tiltøkum, eitt nú altjóða kvæðaráðstevnu, myndaframsýningum, klædnaframsýning og leikuframsýning. Sands fornminnafelag hevur síðan 1998 givið út tíðarritið Kvørnin við siðsøguligum tilfari úr allari sýsluni.

Sands Bygdarsavn var sett á stovn í 1988. Felagið eigur, umframt búnaðin í Norðaru Koytu, eisini handilin á Grótteigum, Akselsa handil, bygdur í 1860 og var hesin fyrsti úthandil hjá Mortensens handli á Tvøroyri. Felagi eigur eisini húsini 'hjá Lottu', sum eru áføst við húsini í norðaru Koytu.

Meira fæst at vita á Sandoyar kunningarstovu Visit Sandoy