Sandoyar Sýslu Ferðalag

 

Sandoyar Sýslu Ferðalag er eitt limafelag, sum eigur og rekur Sandoyar Kunningarstovu, men sum eisini skipar fyri túrum og tiltøkum fyri limir og onnur. Úr skránni í 2015 kann nevnast ein túrur at hyggja at fuglalívi kring Hálsavøtnini, ein pílagrímstúrur úr Dali til Skarvanesar og ein dagstúrur út í Koltur. Øll eru vælkomin sum limir og kunnu tekna seg á Sandoyar Kunningarstovu.
Limagjaldið í SSF  er 100 kr um árið fyri einstaklingar og 500 kr fyri virkir.

 

Nevndin í Sandoyar Sýslu Ferðalag

Julianna Winther, Skopun, forkvinna

Betty Hansen, Skúvoy

Kristina Petersen, Sandur

Oddvør Johannesen, Dalur

Jacqueline Benzon Heimasandsvegur, Sandur

 

Søga og endamál:

Sandoyar Sýslu Ferðalag byrjaði 14. juli 1999. Felagið var endaliga stovnað í februar í 2000.
Royndirnar at byrja ferðavinnuarbeiði eru tó eldri, og longu í 1998 var stuðul játtaður til at Cafe 31 í Húsavík kundi hava kunningarstovuvirksemi. Í 2001 lat Sandoyar kunningarstova upp á Sandi.

Sandoyar Sýslu Ferðalag, hevur sum endamál at virka fyri miðsavnan og útgávu av  upplýsingum um sýsluna og virksemi í sýsluni til íbúgvararnar og tey vitjandi. Herundir eisini innan- eins væl og uttanlands at skapa áhuga fyri sýsluni, stuðla handli, idnaði, mentan og annars virka fyri, at sýslan og lívið í henni gerast áhugaverd fyri øll.

 

 

Les meira um Sandoyar Sýslu Ferðalag HER