Ungmannafelagið Samljóð, Skopun



Ungmannafelagið Samljóð varð stovnað 1. desember 1923 og helt fyrstu mongu árini til í gomlu dansistovuni, har bygdasavnið nú er. Í 1991 var hús felagsins, Samljóð, liðugt. Samljóð er karmur um flestu størri tiltøk í Skopun, eins og húsið verður útleigað til veitslur, skúla- og barnagarðstiltøk, útferðir og mangt annað.
Inni í húsinum eru m.a. 100 madrassur, brúsa, 3 wc umframt eitt wc til rørslutarnað, køkur við tilhoyri og stórur salur, sum kann deilast upp í 2 rúm. Rúm er fyri at hýsa 360 fólkum til borðhald. Felagshúsið hevur góð parkerings- og atkomuviðurskifti, eisini hjá rørslutarnaðum. Bingo er 14. hvønn dag, vanliga hósdag. Annars verða tiltøk felagsins verða lýst við uppsløgum í handlunum um alla oynna og á facebooksíðuni hjá Samljóðhttps://www.facebook.com/samljod?fref=ts
Útleigan: Meiken Krabenhøft á tlf. 216151.

Samljóð, Tormansvegur 58, 240 Skopun 
Tlf: 216151/224453.



Nýggir limir: Meiken Krabenhøft á tlf. 216151.

Nevndin:
Torgerð Joensen, formaður, tlf. 224453
Meiken Krabenhøft, 2. formaður og peningarøkil
Svanhild Joensen
Petsy Nielsen
Petur Hans Winther
Sigurd HentzeHer skriva tit innihaldstekstt