Pensjónistafelagið 'Kvøldarsól'

 

Hvørt mánakvøld vetrarhálvuna koma pensjónistar saman í Didu-húsinum, sum Kvøldarsól eigur. Viðhvørt er upplestur á skránni, og fleiri hava hondarbeiði við sær. Einaferð um árið hevur felagið jólasølu við heimagjørdum pløggum og lutum.
Limur í Kvøldarsól kann ein gerast frá 60 ára aldri. Fyrimunir eru við limaskapi. Ein fær til dømis eitt limakort frá Landsfelag Pensjónistanna, sum gevur rætt til avsláttur í ávísum handlum. Eisini fáa limafeløgini tilboð um at koma við í útlond at ferðast, og á hvørjum ári er pensjónistaveitsla í Havn fyri allar limir í Føroyum.

Diduhúsið, Garðavegur 6, 240 Skopun


Forkvinna: Birgit Hentze, tlf 361330

Leinkja til Blað teirra eldru Sólsetur, trýst HER