Ítrivslonin

 

Ítrivslonin er eitt stað, har allar kvinnur í oynni at kunna koma saman júst, tá tær vilja, at veva, binda, fáa sær ein kaffimunn ella bara at hittast. Opið er, tá ein ella fleiri vilja nýta hølið - og tað er flestu kvøld í viku.
Í Ítrivslonini standa sjey vevar, og eisini er gott borð- og gólvpláss, umframt sofu og te-køk.
Um ein hevur hug at veva, kann ein skriva seg upp á lista. Ongin beinleiðis frálæra er, men fleiri royndar vevkonur, sum eru fúsar at hjálpa, eru við í Ítrivslonini.
Skopunar kommuna hevur leigað høli til Ítrivslonina, og ein nevnd við kvinnum ymsastaðni úr oynni er sett at stjórna hølunum.
Nevndin leggur dent á, at Ítrivslonin er fyri alla oynna, og at samanhald og samvera eru týðandi tættir. Allar kvinnur í øllum aldri eru vælkomnar.

Ítrivslonin, Tunguvegur 41, 240 Skopun

Nevndarlimirnir hava lykil og skiftast um at lata hølini upp.
Í nevndini eru:
Bjørt Hentze
Heiðrún Hansen
Bjørg Mohr
Marna Skylv Sørensen

Ítrivslonin hevur ein Facebook-bólk, har boðað verður frá, nær latið verður upp. Bólkin finna tit HER
Annars ber eisini til at seta seg í samband við nevndarlimirnar.