Kommunurnar

Fýra kommunur eru í Sandoynni. Skopunar, Sands, Skálavíkar og Húsavíkar kommuna. Í Húsavíkar kommunu eru bygdirnar Húsavík, Dalur og Skarvanes. 

Kommunurnar samstarva allar um t.d. Sandoyar Meginskúla og Læknamiðstøðina. Í øðrum førum er samstarv millum eina og eina kommunu - til dømis ganga børnini í Húsavíkar kommunu í skúla á Sandi. 

Tað tekur undir ein hálvan tíma at koyra úr Skopun í norðasta enda til Dals í syðsta enda av oynni. Tí er oyggin í mangar mátar at rokna sum ein eind, hóast fleiri kommunur eru.