Hvørji eru vit


Hetta er síðan hjá Vakstrarætlanini Sandoy, sum arbeiðir fyri trivnaði og búseting í Sandoynni.

Vakstrarætlanin Sandoy er ein verkætlan, sum arbeiðir fyri at fleiri velja sær Sandoynna at búgva í, og færri velja at flyta burtur. Arbeiðsuppgávan er í fleiri pørtum. Ein partur er at savna vitan, eitt nú royndir hjá øðrum smásamfeløgum, sum hava somu avbjóðingar sum vit, og sum vit kunnu læra av. 
Ein annar partur er at skapa høvi hjá sandoyingum at tosa saman um møguleikar og hugskot, og at finna saman um at gera tey bestu hugskotini til veruleika - og vónandi til arbeiðspláss og orsøkir til at velja sær Sandoynna at búgva í! 
Ein triði partur er at hjálpa til at gera umdømið hjá oynni jaligari. 
Verkætlanin hevur fingið játtan frá Innlendismálaráðnum og frá øllum kommununum í Sandoynni.


Skrivstovan hjá verkætlanini er á Tormansvegi í Skopun, beint oman fyri havnina, har eisini kommunuskrivstovan er. 
Verkætlanin hevur bert eitt starvsfólk, Katrin Petersen, sum samskipar. 
Í stýrinum: Fríðhild Winther, forkvinna, fyri Skopunar kommunu. Brandur Sandoy, Sands kommunu, Gunnvá Magnussen, Húsavíkar kommunu, og Linjohn Christiansen, næstformaður, fyri Skálavíkar kommunu.

Missiónin er greið: Fáa íbúgvatalið í hesi frálíku oyggj at veksa heldur enn at minka!

Upplatingartíðir

man - frí:
10:00 - 16:00

Telefon
221953
E-mail
katrin.petersen@gmail.com
Website
http://www.sandoyggin.fo/