Ruskinnsavning og bingjupláss


Ruskinnsavning:
IRF savnar ruskposar inn á Sandoynni. Hvíti posin verður heintaður 4. hvørju viku.
Á heimasíðuni http://www.irf.fo/ sært tú, hvørjar vikur hvíti posin verður heintaður í Sandoynni.Um grái posin ikki verður heintaður, verður tú biðin um at kanna, um ruskinnsavnarin hevur lagt eina fráboðan í ruskstativið ella í postkassan. Eru ongi boð, eigur tú at boða kommununi frá.
Reglugerð v.m. sæst HER


Bingjuplássið hjá Skopunar kommunu er opið týsdag og hósdag frá 11.00-17.00 og leygardag frá 13.00-17.00. Eisini er opið aðrar dagar, um okkurt serligt er á vási, sum t.d. slaktið.
Beint við bingjuplássið er eitt vaskipláss, har til ber til dømis at vaska sær bilin.

  
 

Bingjuplássið hjá Sands kommunu er úti í Støð, omanfyri havnalagið. Opið er týs-, hós- og leygardagar 14.00-16.00



Bingjuplássið hjá Skálavíkar kommunu liggur mitt í bygdini. Opið er mikudagar ml. 16-18 og leygardagar 14-16. Annars er opið eftir tørvi, m.a. tá slaktið er fyri, eftir grind osfr.




Bingjupláss hjá Húsavíkar kommunu

Ruskbingjur eru í øllum bygdunum í kommununi.
IRF-bilurin, sum savnar ruskposarnar saman, kemur til bygdirnar í okkara kommunu týsdagar. Hvíti posin verður heintaður soleiðis: Har húskið hevur stativ til bæði hvíta posa og gráa posa, verður nøgdin í hvíta posa kannað regluliga, og posin verður tikin, tá hann er hóskandi fullur. Hevur húskið ikki stativ til hvíta posa, setir húskið hvíta posan hóskandi fullan til stativið við gráa posa, tann dagin grái posi verður heintaður.Tá verða báðir posarnir tiknir.