Heilsufrøðingur

Heilsufrøðingurin í Sandoynni


Elsa Vest er heilsufrøðingur í Sandoynni. Hon arbeiðir 30 tímar um vikuna, sum er býtt soleiðis:
Mána- og fríggjadag arbeiðir hon við pinku- og smábørnum og familjum teirra.
Týsdagar er hon á Meginskúlanum og arbeiðir við teimum størru børnunum.
Hósdagar er hon í bygdaskúlunum.
Mammubólkar eru fríggjadagar eftir tørvi.
Arbeiðsøki og uppgávur hjá heilsufrøðinginum síggjast á heimasíðuni hjá gigni – www.gigni.fo

Elsa Vest
tlf 562334
teldupostur: elsav@gigni.fo