Bátar og havn

Mynd J.A.Joensen 

Í Skálavík finnur tú bedingina fyri alla oynna havnafúti og bedingsmeistari  er Palli á Lava Olsen Tlf. 219221 Her er útróðrarstøð, har til ber at seta fisk inn, fáa ís og frystarí.

Bátapláss:
Bátahylurin í Skálavík er vetrarhavn, og tí kunnu bátarnir liggja í hylinum alt ár. Sum nú er eru uml. 16 bátar í hylinum. Til ber at keypa el í bátahylinum.
Skálavíkar kommuna veitir bátspláss til borgararnar í kommununi. Kundi tú hugsað tær bátspláss, skalt tú venda tær til kommuna.