28-10-2016 Vinnnarin av "mítt yndisstað"


Anna Horn gjørdist vinnari

Vinnarin funnin í kappingini “Mítt yndisstað á Sandoynni”.

Henda myndin hjá Onnu Horn var vinnari í kappingini um "mítt yndisstað á Sandoynni". Myndin er tikin í fjøruni á Skarvanesi. Tað komu nógvar sera góðar myndir inn til kappingina, og tað var tætt millum nógvar av myndunum, men hendan myndin hjá Onnu Horn endaði við at vinna. 

Anna Horn vinnur eina nátt fyri tvey á hotel Skálavík við morgunmati.

Tað er Vakstrarætlanin: Sandoy, sum stendur aftan fyri kappingina, og hon var sett í gongd í samband við Eplafestivalin, sum var 3. oktober í Trøðum á Sandi. Tær nógvu og góðu myndirnar vísa hvussu fjølbroytt og vøkur Sandoyggin er, og hvussu nógvir møguleikar eru har.

 


  Aftur