24-02-2018 Hugsunardagur í Skopunar Kirkju


Í samband við, at Lord Baden Powell, upphavsmaður til skótarørsluna kring heimin, og kona hansara Olave høvdu havt føðingardag tann 22. februar, skipaði Skótafylkið Tórir Beinisson úr Skopun, saman við Havstein Klein presti, fyri Hugsunarguðstænastu í Skopunar Kirkju henda dag.

Guðstænastan byrjaði við, at skótarnir komu masjerandi inn í kirkjuna við Merkinum.

Guðstænastan bleiv hildin á afrikanskan hátt og var prestur ílætin afrikansan prestakjóla.

Undir prædikuni, sum var um misskunsama samariubúgvan, høvdu skótarnir rolluspæl.

Eisni vórðu offurgávur lætnar, hesar gávur, sum tilsamans góvu kr 1765,00, fara óskerdar til skótahjálpina í Føroyum.

Tá guðstænastan var liðug, fóru skótarnir masjerandi út aftur úr kirkjuni.


  Aftur