05-12-2014 Vit vilja hava mat, sum ikki ferðast

Katrin skrivar:

 

Langomman hevði flent. “Hvat sigur tú? Vil tú hava mat, sum ikki hevur ferðast? Eg veit onki um, at matur ferðast!” Hennara matur ferðaðist bara undir Skálhøvda, í túninum rundan um húsini, í bønum og kanska onkran hepnan dag fekk hon okkurt, sum hevði gingið í Norðastahaga. Sukrið, mjølið og te-ið kom av longum leiðum, kortini. 

Men okkara matur kemur at kalla allur av longum leiðum.  Kjøt úr Brasil og Ný Sælandi. Fiskur úr Grønlandi – og Teilandi! Og eplini. Bara tjúgu prosent av eplunum, vit eta, eru velt í Føroyum. Og tá eru øll seteplini, sum privatfólk keypa og seta niður, roknaði uppí. (Búnaðarstovan roknaði hetta út.)

Realiteturin er, at okkara matur kemur úr bingjum, ikki úr føroysku náttúruni. Vit innflyta fyri 600 milliónir krónur í mati um árið. Vit kunnu vera errin av, at øll mjólkin, vit drekka, er føroysk, og stórur partur av henni, vit súpa. Næst á listanum er seyðakjøt. Men sjálvt av tí innflyta vit 10 kilo um árið fyri hvønn føroying. 

 

Kokkarnir skaptu trendin

Fleiri og fleiri vilja broyta hetta. Av ymsum orsøkum. Summi hugsa um alla oljuna, vit nýta at frakta matin higar. Onnur um, at vit ikki hava ánilsi av, hvussu brasilsku neytini eru viðfarin, ella hvørji evni tey spræna á gularøtur í Belgia. Og uppaftur onnur ilskast inná, at innfluttu jarðberini smakka akkurát av ongum – meðan tey, sum koma úr einum føroyskum vakstrarhúsi, eru um at bresta av søtmeti og anga. 

Í Noregi vilja tey hava “kortreist mat” og í Danmark vilja tey hava “lokal mad.” Í báðum londunum verður rørslan, sum arbeiðir fyri mati, sum ikki hevur ferðast, tikin í ramasta álvara. Tí hon fær meira og meira undirtøku hjá forbrúkarunum. 

- Tað byrjaði í veruleikanum við norðurlendsku stjørnukokkunum, sum gjørdu manifestið um Ny Nordisk Mat, sigur norski granskarin Annechen Bugge, sum granskar atferðina hjá forbrúkarum, við  NRK.

Manifestið, sum føroyski kokkurin Leif Sørensen var við til at gera, gjørdi, at norðurlendskar rávørur sluppu upp í part á bestu matstovunum.

- Kokkar byrjaðu at virða arbeiði hjá lokalu bøndrunum, og framleiðararnir fóru í eitt tættari samskifti við kokkarnar, sigur Leif Sørensen.

 

Lokalar rávørur og samstarv

Og tankarnir hava breitt seg, so teir nú eru fólksligir og populerir – eisini hjá politikarum. Norski landbúnaðarmálaráðharrin hevur júst boðað frá, at hon hevur sum mál at økja søluna av lokalum mati frá teimum 3,5 milliardunum, selt verður fyri í dag, til 10 milliardir um tíggju ár.

- Tað fer at eydnast. Longu nú veksur lokalmat-framleiðslan tríggjar ferðir so skjótt sum onnur matframleiðsla, segði Sylvi Listhaug, tá ætlanin varð løgd fram fyri norska almenningin.

Og í lítla, norska býnum Røros síggja tey eisini, at hugurin at keypa lokalan mat er vaksandi. Her í býnum eru tey sera errin av fyritøkuni “Røros-mat”, sum 31 matvøruframleiðarar – bøndur, ein bryggjari, eitt mjólkavirki – eiga. Felags fyri framleiðararnar er, at teir gagnnýta rávørur úr Røros-økinum. “Røros-mat” hava teir stovnað, so teir hava eitt felags vørumerki, sum borgar fyri góðsku og lokalari framleiðslu. Røros-mat marknaðarførur og selur fyri teir 31 eigararnar, og hetta hevur gingið stak væl.

- Vit hava tvífaldað søluna upp á 3 ár. Og tað er ikki bara tí vit hava góðar vørur og dugnaligar seljarar, tað er eisini tí at tað, vit selja, rakar akkurát rætt beint nú, sigur Kristin Bendixvold, stjóri í Røros-mat.

 

Tann góða søgan selur

Vørurnar úr Røros verða sendar um alt Noreg, og serliga í Oslo vilja fólk fegin hava Røros-vørur. 

- Tað týdningarmesta er at maturin hevur eina “góða søgu”, sigur Kristin Bendixvold.

Á garðinum Galåvolden beint uttan fyri Røros vita tey eisini hetta. Tey framleiða eitt nú ís á staðnum, og at kunna fortelja, at ísurin er gjørdur av eggjablommum frá hønunum hjá teimum sjálvum, róma frá lokala, vistfrøðiliga mjólkavirkinum og jarðberum frá grannanum – tað selur.

- Tað er onki at taka seg aftur í, at vit fáa ein prís, sum er munandi hægri enn tað, tær stóru ísfyritøkurnar fáa, sigur Rune Krogh, sum vísir runt á Galåvolden-garðinum.

 

Skapar lív á staðnum

Eisini danir vilja fegnir hava lokalan mat. Ein kanning hjá forbrúkararáðnum “Tænk” vísir, at 6 av 10 dønum velja at keypa tað, sum er framleitt nærhendis, um teir kunnu. Og forbrúkararáðið sjálvt heldur, at nógvar góðar orsøkir eru til at keypa tað lokala.

- Eitt er, at tú er við til at skapa arbeiðspláss og aktivitet í økinum, tú býr í. Men tú fær eisini ofta feskari og frískari vøru, sum hevur betri smakk enn tað, sum hevur ferðast langa leið, sigur Anja Philip, forkvinna í ráðnum á heimasíðu teirra.

 

Tað er nú!

Føroyingar hava enn ikki ein orðaðan politikk um hvat almennu Føroyar ynskja av lokalari framleiðslu, og hvussu hon skal stimbrast. Men at vit hava keyparar til lokala framleiðslu er vist. Tað merkja til dømis bøndurnir, ið velta epli á Sandi

- Tað er ongin trupulleiki at sleppa av við eplini, heldur ikki um tey kosta nakað meiri enn útlendsk, sigur Jóanes Johannessen, bóndi.

Bøndur úr Sandoynni hava verið á kunningarferð, stuðlaðir av Vinnuframa, júst at fáa hugskot til, hvussu framleiðslan kann økjast og lønsemi á gørðunum samstundis fáast betri, og hava vitjað í Røros í Noregi og í Hetlandi. Fyri framman liggja avgerðir, sum kanska hava við sær, at føroyski brúkarin fær fleiri lokalar vørur, sum bert hava verið ein túr við Teistanum og kanska einum vørubili, og ikki hinumegin ekvator. 

- Tað er nú, tit skulu gera hetta, tí tað er nú, forbrúkarin spyr eftir hesum, vóru ráðini úr Røros, frá Kristin Bendixvold, stjóra í Røros-mat, til føroysku bøndurnar.

 

 

 

 


  Aftur