07-03-2016 Tíðin er búgvin til grønmetisoynna

Sandoyggin skal vera okkara grønmetisoyggj. Tað er visjónin hjá Veltuni. Og fyri brúkaran er tað, at grønmetisoyggin hjá føroyingum faktiskt ER í Føroyum, ein stórur fyrimunur. Tí tað ger tað munandi lættari at síggja, hvat tað er, framleiðararnir gera. Tess nærri við teg, maturin hjá tær verður framleiddur, lættari er hjá tær at fylgja við. Tú veit, at vit ikki brúka skordýraeitur. Og um tú ikki veit – so kann tú spyrja, tí tað er lætt at finna okkum!

Grein úr Kvinnu, februar 2016

Katrin Petersen

 

Tá Veltan, felagið til frama fyri velting av eplum og grønmeti í Sandoynni, varð stovnað, var eitt tað fyrsta, vit tosaðu um, hvussu og hvar vit skuldu selja okkara vørur. Meiningin við at framleiða gott, smakkmikið og lítið dálkandi grønmeti er ikki bara at gera føroyingar til eitt sunnari fólkaslag og bøta um okkara kollektivu samvitsku. Meiningin er at skapa inntøkur burtur úr einum eftirspurningi hjá føroyingum. Men tað er til at fegnast um hjá øllum pørtum, at hesin eftirspurningurin er har. At fólk eri farin at siga “hetta kann ikki vera rætt...”, tá tey lesa um, at tað er best at fara í handskar, tá mandarinir skulu flysast, tí skalið inniheldur so nógv skordýraeitur. Og at fólk ikki eru nøgd við, at tað, tey halda vera hakkikjøt av oksa, kanska hevur eitt sindur av esli uppií. Rumenskum esli. Sjálvt um hakkikjøtið er framleitt í Fraklandi.

Vit hava flutt okkum, vit føroysku forbrúkarar, flutt okkum fram. Fram har, sum man sær, hvat tey gera, tey, sum gera okkara mat.

Einaferð søgdu vit “jaja, eftirhondini er alt farligt!”, tá vit lósu greinar um skaðiligu árinini av tubbakki. Tað gera vit ikki longur. Múrurin av upplýsing, lóggávu og príshækkingum hevur gjørt, at vit hava fatað og góðtikið, at royking er serliga skaðilig. Ov skaðilig til at verða sligin upp í glens við einum “jaja...” Og færri okkara roykja. Vit fluttu okkum. Vit tóku tað til eftirtektar, sum kom undan kavi.

Og tað sama er við at henda við okkara matvanum. Fyri fáum árum síðani stóðu vistfrøðiligar vørur aftarlaga í handlunum, á eini lítlari hill. Um tær yvirhøvur vóru har! Nú stendur vistfrøðin fyrst fyri, tá vit koma inn, og úrvalið bara veksur. Sær út til, at tað ber væl til at selja vistfrøðiligar agurkur, hóast tær kosta eina 10-krónu meir enn hinar – og hinar liggja bert ein metur ella so frá! Og tað ber bara til, tí fólk vita, hvat tey fáa fyri hasa 10-krónuna.

Eitt, sum tey fáa, er klókari børn. Dálkaður matur skaðar heilan á børnum. Okkara særda veiðimannahjarta vil helst ikki hoyra hetta, tí vit síggja fyri okkum alt tað góða tvøstið og spikið og kunnu ikki fáa okkum til at velja tað frá. Av so mongum orsøkum. Hevði tað bara borið til at framleitt vistfrøðiliga grind...

Tað er Philippe Grandjean, danski granskarin, sum hevur gjørt nógvar kanningar saman við Pál Weihe, sum í november gav bók út og kunngjørdi, at hann mælir barnakonum til at eta vistfrøðiligt. “Smáu” nøgdirnar av eiturevni, sum eru at finna í grønmeti, mjøli og øðrum, eru nóg stórar til at skaða menningina av heilanum í móðurlívi, so børn, hvørs mammur hava verið serliga útsettar fyri skordýraeitri, hava ikki so høgan intelligens og eru - ja, eitt sindur seinment.

Sandoyggin skal vera okkara grønmetisoyggj. Tað er visjónin hjá Veltuni. Og fyri brúkaran er tað, at grønmetisoyggin hjá føroyingum faktiskt ER í Føroyum, ein stórur fyrimunur. Tí tað ger tað munandi lættari at síggja, hvat tað er, framleiðararnir gera. Tess nærri við teg, maturin hjá tær verður framleiddur, lættari er hjá tær at fylgja við. Tú veit, at vit ikki brúka skordýraeitur. Og um tú ikki veit – so kann tú spyrja, tí tað er lætt at finna okkum!

Sjálvt á støðum, har eitur ikki verður brúkt, finst tað. Evni, sum verða brúkt í pulvurskúmi, verða funnin aftur í mati og vatni. Tíverri. Men tíbetur, so eru vit eisini eftir hesum mátistokkinum eitt sindur betur fyri enn onnur. Fyri 3-4 árum síðani var innihaldið av per-fluoreraðum evnum, PFAs, kannað, eitt nú í eplum av Sandafløttinum á Sandi. Hetta var ein lítil kanning, men onki PFA varð funnið. Onki. Og Heilsufrøðiliga Starvsstovan tordi tí at koma til varnu niðurstøðuna, at innihaldið av hesum evnum, sum kunnu órógva hormon- og nervalagið hjá fólki, sær út til at vera munandi minni í eplum av Sandi enn í svenskum og norskum eplum.

Rákið í okkara grannalondum er, at fólk vilja fegin keypa mat úr sínum egna øki. Av ymsum orsøkum. Teimum dámar tankan at eta tað, sum jørðin gevur, júst har, sum tey eru. Tey halda tað vera svakt at hugsa um, at kálið hevur ferðast um alt Evropa fyri at koma til teirra. Og so er tað bara betri matur. Ófrystur fiskur. Nýhentað ber. Røtur, sum standa at bresta av vætu og vitaminum.

Í áravís hava okkara bestu matstovur við Leif Sørensen á odda eftirspurt føroyskt grønmeti. Tí tær vita, at har eru serliga góðir smakkir at arbeiða við. Plantur, sum hava kargari og kaldari umhvørvi, veksa seinni. Og tað ger, at smakkurin verður tættari, intensari. Spakuliga fata vit tað – at hetta er so. Og so flyta vit okkum. So byrja veltararnir at framleiða tað, kokkarnir biðja um, og so vilja eisini tey, sum í gjár ótu á Koks ella Áarstovu, sleppa at keypa sær hetta serliga góða grønmetið at matgera heima.

“Lokalmat” kalla tey tað í Noregi. Sølan av lokalmati er vaksin nógv seinnu árini, og norska stjórnin vil fegin stimbra hesum, og fáa norðmenn at fáa enn størri áhuga fyri tí, sum kann framleiðast hjá teimum sjálvum.

So hon ger serligar stuðulsskipanir til slíkt.

Veltan hevur fingið stuðul frá Vinnuframa. Og vit síggja, at føroyskt grønmeti er á ynskilistanum hjá sitandi samgongu. So eisini her speglast rákið aftur í almenna politikkinum – smátt um smátt!

Men enn er ongin málsetningur, sum sigur nakað um, hví vit skulu brúka føroyska jørð til at velta føroyskt grønmeti. Tað kundu verið nógvar orsøkir! Góðskan. Reinari vøra. Betri CO2-roknskapur. Betri úrtøka, roknað í kiloum av mannaføði, sammett við tá innangarðsjørðin bert verður brúkt til at framleiða veðrakjøt.

Men Veltan nýtist sum so bert at hugsa um at fremja sítt endamál. Gera Sandoynna til grønmetisoynna. Tì vit síggja, at føroyingar keypa eplini og røturnar og uttan iva eisini purrurnar, kálið og berini, tá vit koma hartil!

 

 

 

 

 

 

 

 

 


  Aftur