Hvat ynskir tú tær? Eini hús, sum ikki eru ov dýr? Grannar, sum kennast og hjálpa hvørjum øðrum? Strendur, bø og fjøll at ganga túr í og sum útsýni? Eitt umhvørvi, har børnini kunnu liva sítt egna, fría lív? At vera ein týdningarmikil partur av staðnum, har tú býr? At kunna fara í høllina at spæla fótbólt og á matstovu eitt fríggjakvøld? So er Sandoyggin kanska rætta staðið fyri teg. Tú skal vera vælkomin.

 

Hús til sølu

Tú kann fáa egin hús í Sandoynni fyri undir 500.000 krónur. Tað svarar til eitt lánsgjald uppá undir 2500 kr um mánaðin!

Húsasølur:

Hús í Sandoynni hjá Inni

Hús í Sandoynni hjá Skyn

 

Royndarhús

Vita hvussu tað er at búgva í Húsavík!

Í Húsavík eru eini útleigingarhús, sum fyrst og fremst verða  brúkt til familjur, sum hava hug at seta búgv í Húsavík. Her kunnu fólk búgva í eina tíð, meðan tey byggja – ella meðan tey taka avgerðina, um tey vilja vera verandi.

Húsini eru væl hildin og nøkta tørvin hjá einari modernaðari barnafamilju. Har eru køkur, stova, trý kømur, kjallari og garasja. Húsini standa mitt í bygdini, beint við gamla skúlan.

Eru tað tit? Ella kenna tit onkran, sum hevði havt hug at roynt, hvussu tað er at vera húsavíkingur? So ber til at seta seg í samband við skrivaran í Húsavíkar kommunu, Eyðvør Dam, á tlf. 261540 ella send eina umsókn til husfrugv@olivant.fo

    


Kunna teg um bústaðir og alt annað!

Vil tú vita, um nøkur hús eru at leiga, ella hevur tú einhvønn annan spurning um at búgva í Sandoynni? Spyr Kunningarstovuna! Veit hon ikki svarið til spurningin hjá tær, so kennir hon onkran, sum veit tað. Eisini tey, sum eiga hús í oynni, og hugsa um at leiga tey út, eru vælkomin at ringja til Kunningarstovuna.

Hanna á Reynatúgvu
Sandoyar Kunningarstova
Mørkin Mikla 3 kj.
FO-210 Sandur
Tlf: 361836 og 222078

info@visitsandoy.fo
Sandoyar kunningarstova - www.visitsandoy.fo

 

Vit búgva her!

“Vit hava ikki angrað tað eina løtu!” Tað siga foreldur við smábørnum, sum hava búsett seg her. Les um tankarnar hjá fimm ungum kvinnum, sum búgva í Sandoynni, her.

 

Barnaansing

Kunna teg um barnaansing í oynni – ongin bíðilisti og ansing frá kl 6.30 á morgni, so tú nær fyrsta túr við Teistanum, um tørvur er á tí.
Meira um barnaansing HER


 

Pendling

Tað hevði verið lættari við einum tunli! Men tað er ikki ómøguligt at ferðast við Teistanum. Nógv gera tað! Pendla til arbeiðis ella skúla í Havn. Her er ferðaætlanin hjá Teistanum og hjá bussunum – Ferðaætlan


 

Skúlar

Fýra skúlar eru í oynni - barnaskúlar eru í Skálavík, á Sandi og í Skopun. Og so er Meginskúlin, har børnini ganga frá 6. til 10. flokk. Les meira.


 

Frítíð

HER eru nøkur feløg í oynni – øll eru glað við at fáa nýggjar limir!
Hotel Skálavík er opið alt árið – heitur pottur, matstova og høli til eitthvørt endamál!
Nýggja ítróttarhøllin hýsir fimleiki fyri øll - frá 2 ára gomlum til pensiónistar- , flogbólti, hondbólti, badminton, yoga og innandura fótbólti – og hevur tú onnur hugskot, ber til at leiga høllina!  www.hollin.biz

Ungdómshúsið er ætlað børnum og ungum aftaná skúlatíð les meira